Grasmølaættin

Grasmølaættin er stór ætt, sum bara í Evropa telur yvir 1000 sløg. Hjá okkum eru 15 sløg. Tær flestu ormverurnar undan grasmølaættini sigast at liva í mosa og millum grasrøtur ella á sjálvum grasrótunum.

 Hagagrasmølur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Hagagrasmølur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ferðamølur er regluligur gestur, og summi ár er rættiliga nógv til av honum. Ormveran kann gera stóran skaða í økjum við eitt nú seyðasmæru.

 Ferðamølur. Mynd: Ian Kimber

Ferðamølur. Mynd: Ian Kimber

 Tistilmølur er búsfastur; tað merkir at hann er í Føroyum alt árið.Mynd: Ian Kimber

Tistilmølur er búsfastur; tað merkir at hann er í Føroyum alt árið.Mynd: Ian Kimber

 Ormveran hjá tistilmøli livir ofta á tistli. Mynd: Ian Kimber

Ormveran hjá tistilmøli livir ofta á tistli. Mynd: Ian Kimber

Heygsmenn

Heygsmenn hava oftast myrkan kropp, sum er heldur tjúkkur í mun til smáu veingirnar. Flogið er tí títt og ferðin stór. Flestu sløgini flúgva í skýming og um náttina. Av teimum 55 sløgunum, sum higartil eru funnin í Føroyum, flúgva fleiri av teimum vanligastu eisini um dagin.

Gammavongur er vanligasti heygsmannagestur í Føroyum. Hann flýgur ofta um dagin og flýgur ofta skjótt frá blómu til blómu.

 Hesin gammvongurin stendur á spunahylkinum, har reivveran, sum hann kom úr, liggur inni í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Hesin gammvongurin stendur á spunahylkinum, har reivveran, sum hann kom úr, liggur inni í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sandvongur er einans í Føroyum, í Íslandi og í Sibiria. Í Føroyum er hann bara at finna í Mølheyggjunum heima á Sandi, og tí krevur hann serligt varsemi og frið. Mølheyggjarnir eru friðaðir.

 Sandvongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sandvongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Rossafirvaldur sigst brúka 4 ár frá eggi til at gerast firvaldur. Rossafirvaldur er eitt serligt undirslag, sum bara er í Føroyum. Latínska heitið á rossafirvaldi er uppkallað eftir øðrum av rithøvundunum til bókina: Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum, Jens Kjeld Jensen. Latínska heitið er Abromias assimilis jenskjeldi.

 Rossafirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Rossafirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Húsvættaættin

Húsvætti gráa og húsvætti brúna eru bæði vanlig flest allastaðni í Føroyum, og tey minna um hvørt annað. Tó er lætt at kenna mun, tí húsvætti gráa hevur hvítt høvd. 

 Húsvætti brúna sæst ofta liggja deytt í vindeygakarminum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Húsvætti brúna sæst ofta liggja deytt í vindeygakarminum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Húsvætti gráa og húsvætti brúna eru vanlig í øllum Evropa. Her á landi eru tey vanlig í kjallarum og úthúsum og eru enntá funnin í eini smáttu í Lítlu Dímun. Ormverurnar liva av fjaðrum, ull og øðrum. Húsvætti gráa er skrásett fyrstu ferð í Føroyum í 1781, men óvist er, nær húsvætti brúna kom higar. Tað er helst komið úr Amerika til Evropa umleið 1840.

 Húsvætti gráa makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Húsvætti gráa makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Ormvera undan húsvætti gráa. Mynd: Jens Kjeld Jensen 

Ormvera undan húsvætti gráa. Mynd: Jens Kjeld Jensen 

 Spunahylki hjá húsvætti gráa.Mynd: Jens Kjeld Jensen

Spunahylki hjá húsvætti gráa.Mynd: Jens Kjeld Jensen

Kvøldsveimara-ættin

Kvøldsveimarar flúgva frá tí tað fer at skýma og út á náttina. Teir eru helst teir sermerktastu av øllum náttfirvaldum.

 Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Nógvir kvøldsveimarar hava langan sevil. Kvøldsveimarar eru teir firvaldarnir, sum hava longsta sevilin. Sevilin á onkrum kvøldsveimara kann gerast 30-35 cm langur. Hetta er tríggjar ferðir so langt, sum kroppurin er til longdar. 

Tá ið kvøldsveimarar setast at hvíla seg, halda teir vanliga veingirnar flatar, og teir eru bendir afturá sum veingirnir á einum jettjagara.

 Lítil drotningar-firvaldur er 4-5 cm langur. Tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Mynd: iStockphoto

Lítil drotningar-firvaldur er 4-5 cm langur. Tá ið hann sýgur hunang úr blómum við langa sevlinum, hongur hann stillur í luftin við surrandi veingjum eins og ein kolibri. Mynd: iStockphoto

Næstan allar ormverunar hjá kvøldsveimarum hava eitt horn á afturpartinum. Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi kann toyggja bringuna so hon minnir um trantin á fíli (elefanti). 

 Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Ormveran hjá elpenor-drotningarfirvaldi. Mynd: iStockphoto

Kvøldsveimarar eru sjáldsamir gestir í Føroyum. Higartil eru sjey ymisk sløg í kvøldsveimaraættini skrásett her.

Miklingaættin

Fimm ymisk sløg í miklinga-ættini eru funnin í Føroyum. Øll sløgini eru ógvuliga sjáldsom og bara funnin heilt fáar ferðir. Hildið verður, at antin reivveran ella tann vaksni firvaldurin er komin til landið við onkrari vøru, til dømis eini plantu, í einum banankassa ella við viði.

 Tyriavongur hoyrir eisini til miklingaættina. Mynd: Ian Kimber

Tyriavongur hoyrir eisini til miklingaættina. Mynd: Ian Kimber

Tikaravongur er funnin tvær ferðir. Hann er eitrandi. Tað boða bjørtu litirnir á honum frá. Eiturið ger, at hann smakkar illa hjá fugli og øðrum fíggindum, sum eta hann. Tá ið hann hvílir seg, fjalir hann afturveingirnar undir framveingjunum. Er vandi á ferð, vísir hann reyðu afturveingirnar og flýgur av stað. Á henda hátt ávarar hann fíggindarnar.

_CMG0034.JPG
 Ormveran undan tikaravongi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ormveran undan tikaravongi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Spannarar

Tað eru 23 sløg av spannarum skrásett í Føroyum. Flestir teirra eru miðalstórir. Kroppurin er lítil og veingirnir stórir, og teir hava tí flagsandi flog.

Heitið ‘spannari’ kemst av gongulagnum hjá ormverunum. Ormverurnar hava bara tvey pør av gongunabbum heilt aftarlaga, og tí er langt glopp millum teir og beinini. Tær hava tí eitt ógvuliga sermerkt gongulag. Ormveran undan spannara verður nevnd grasormur.

 Hetta er ormvera hjá svínoyarspannara. Tá ið ormveran undan spannara gongur, flytur hon fyrst gongunabbarnar heilt fram til beinini og skjýtur samstundis kroppin upp í ein boga. Standandi á nabbunum sleppir hon so beinini upp, flytur tey fram og rættir kroppin út aftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Svínoyarspannari er búfastur í Føroyum. Slagið er higartil bara sæð í Svínoy í 400 metra hædd. Har er hann vanligur í økjum við baraldi. Har sæst ormveran eisini.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Svínoyarspannari er búfastur í Føroyum. Slagið er higartil bara sæð í Svínoy í 400 metra hædd. Har er hann vanligur í økjum við baraldi. Har sæst ormveran eisini.Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Frostspannari. Kallfirvaldur hevur vanliga veingir, meðan kvennfirvaldur hevur bara smáar veingjarstubbar og kann tí ikki flúgva. Frostspannari sæst oftast seint um heystið og inn í desember, tá ið flest allir aðrir firvaldar ikki síggjast meir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Vevjarar

Í Føroyum eru 16 sløg av vevjarum skrásett, og 4 av teimum eru rættiliga vanlig.

Framveingirnir hjá vevjarum eru vanliga tríkantaðir. Uttanlands eru nógv sløg av vevjarum hervilig skaðadýr. Umframt at eta urtir, vevja ormverurnar bløð og blómur saman.

 Grasvaldur lítli er síðst á sumrinum nógv tann vanligasti firvaldurin í haganum og á summum plássum eisini í bønum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grasvaldur lítli er síðst á sumrinum nógv tann vanligasti firvaldurin í haganum og á summum plássum eisini í bønum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Lyngvevjari. Navnið sipar til plantuna, sum ormveran vevur seg inn í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Lyngvevjari. Navnið sipar til plantuna, sum ormveran vevur seg inn í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Brúðarevjari er ein tann vakrasti vevjarin her á landi. Hann er sjáldsamur og sæst í miðstaðarøkinum og onkustaðni norðanfyri. Ormveran livir millum annað av blómuni fjallabrúður. Mynd: Hans Eli Sivertsen