Drunnhvíti

Minsti sjófuglur í Føroyum er drunnhvíti. Hann er á stødd við grátítling.

Drunnhvíti eigur ymsastaðni í Føroyum, tó mest í Urðini í Nólsoy. Summi halda, at ongastaðni í heiminum er so nógvur drunnhvíti til sum í Nólsoy.

Drunnhvíti er svartur um allan kroppin uttan á drunninum (niðast á bakinum), har hann er hvítur.

Drunnhvíti. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Drunnhvíti. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Skaðadýr

Rotta er á sjey oyggjum. Rotta rænir egg og ungar. Har, sum rotta er, er ongin drunnhvíti og lítið av lunda og skrápi. Teir eiga allir í holu ella undir steini, og har er lætt hjá rottuni at sleppa framat.

Ongar rottur eru í Nólsoy - enn! Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ongar rottur eru í Nólsoy - enn! Mynd: Hans Eli Sivertsen

Drunnhvíti

  • Longd: 15-16 cm
  • Vekt: 23-30 g
  • Flog: 38-42 cm
  • Egg: 1

Havhestur

Um 600.000 pør av havhesti eru í Føroyum. Hann er tann sjófuglurin, sum mest er til av í Føroyum. Fyri 400 árum síðani var havhestur so sjáldsamur, at hann varð hildin at boða frá illveðri.

Havhestur kann ikki kava. Hann livir av tí, sum er í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni.

Havhestur og ungi. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Havhestur og ungi. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Havhestur verjir seg við at spýggja eftir tí, ið kemur ov nær. Nógv lýsi er í spýggjuni. Um ein annar fuglur fær spýggjuna á fjaðrarnar, kloynast tær saman og gerast ótættar. Tá ið fjaðrarnar eru ótættar, kann fuglurin ikki halda seg heitan og doyr tí í kulda.

Havhestur hevur stórt flog. Hann sveimar á vindi og kann halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Flog merkir bæði at flúgva og veingjavídd. Veingjavídd er longdin millum veingjaoddarnar.

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ansa eftir! Havhestur spýr á teg, um tú kemur ov nær. Mynd: Jóan Petur Petersen

Ansa eftir! Havhestur spýr á teg, um tú kemur ov nær. Mynd: Jóan Petur Petersen

Havhestur

  • Longd: 43-25 cm
  • Vekt: 750 g
  • Flog: 101-117 cm
  • Egg: 1

Lomvigi

Seinast í mai og fyrst í juni verpur bøgan 1 egg á bera klettin. Steggin og bøgan skiftast um at bøla egginum.

Rullar eggið nakrar sentimetrar eftir rókini, so rullar lomvigin tað aftur upp á pláss við nevinum ella ber tað á fótunum.

Tá ið lomvigi leitar sær føði, kavar hann djúpt niður og nýta veingirnar at svimja við.

Allastaðni í Føroyum, har lomvigi eigur, eigur rita eisini. Mynd: Ólavur Frederiksen

Allastaðni í Føroyum, har lomvigi eigur, eigur rita eisini. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lomvigi

  • Longd: 38-46 cm
  • Vekt: 1000 g
  • Flog: 61-73 cm
  • Egg: 1

Lómur

Lómur er bara á landi, tá ið hann reiðrast. Hann ger sær reiður við tjarnir og vøtn uppi í fjøllunum. Lómur er kringur bæði at svimja og kava, men hann fær ikki gingið. Beinini sita so aftarlaga á kroppinum, at tey ikki klára at bera hann.

Lómur etur fisk, sum han fangar á vøtnum ella á sjónum . Mynd: Jóan Petur Petersen

Lómur etur fisk, sum han fangar á vøtnum ella á sjónum . Mynd: Jóan Petur Petersen

Lómur er sera styggur, so tað er ringt at koma nær at honum. Um hann varnast fólk, svimur hann so djúpt, at bara skallin og eyguni koma uppundan. Lómur fær verið undir vatni í umleið 8 minuttir, so tá ið hann kemur uppaftur, er hann komin langt burtur úr vanda.

Lómur

  • Longd: 53-69 cm
  • Vekt: 1700 g
  • Flog: 106-116 cm
  • Egg: 2

Lundi

Har, sum lundin býr, eitur tað lundaland. Lundi grevur sær holu í bakkan. Holan er 1 metur long, og innast inni ger lundin sær reiður, har hann verpur eitt egg.

Í holuni er lundin væl vardur fyri øllum fíggindum uttan rottuni, sum rænir bæði egg og ungar.

Lundaland. Mynd: Ólavur Frederiksen

Lundaland. Mynd: Ólavur Frederiksen

Sildberi

Lundi við fiski í nevinum kallast sildberi. Vanliga bera lundar 10-15 nebbasildir í nevinum í senn. Í Noregi er ein lundi fangaður, sum hevði 80 smáar lodnur og 2 nebbasildir í nevinum, og tað er met.

Sildberi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Sildberi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Veiða

Fuglaveiða hevur í øldir havt stóran týdning fyri føroyingar. Í dag er ikki so. 

Fyrr var tað mest lundi og lomvigi, sum varð veiddur. Nú verður mest veitt av havhesti, okkara vanligasta sjófugli.

Um vit veiða ov nógvan fugl, kann stovnurin koma í vanda. Tí er ein lóg um fuglaveiðu. Til dømis er als ikki loyvt at veiða æðu, og álka kann bert skjótast frá 1. oktober til 20. januar.

Góður fongur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Góður fongur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Lundi

  • Longd: 28-34 cm
  • Vekt: 320-480 g
  • Flog: 50-60 cm
  • Egg: 1

Másafuglur

Allur másafuglur í Føroyum er gráur ella bláligur á bakinum.

Likka reiðrast niðri í haganum. Hon er flytifuglur og heldur til við strendurnar í Portugal og Marokko um veturin. Fiskimási og bakur síggjast ofta saman við likku.

Likka. Mynd: Ólavur Frederiksen

Likka. Mynd: Ólavur Frederiksen

Bakur, eisini nevndur svartbakur, er størstur av másunum og líkist likku í útsjónd.

Bakur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Bakur. Mynd: Jens-Kjeld Jensen

Fiskimási og bakur reiðrast ofta í homrum og onkuntíð í bølum á grasfløtum. Fiskimási og flest allir bakar eru støðufuglar.

Bakur og fiskimási drepa nógvan sjófugl, serliga ritu og lunda.

Fiskimási. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Fiskimási. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Likka

  • Longd: 52-67 cm
  • Vekt: 800 g
  • Flog: 135-155 cm
  • Egg: 3

    Fiskimási

    • Longd: 55-67 cm
    • Vekt: 1100 g
    • Flog: 138-155 cm
    • Egg: 3

    Bakur

    • Longd: 64-78 cm
    • Vekt: 2000 g
    • Flog: 150-165 cm
    • Egg: 2-3

    Súla

    Tað eru 9 súlusløg í øllum heiminum. Súluslagið her hjá okkum er tað størsta.

    Súla er hvít og gullig um nakkan og hálsin. Hon hevur langar, spískar veingir, sum eru svartir úti á broddunum. Nevið er gulgrønt, langt og spískt, og føturnir svartir við grønari striku oman eftir legginum og út í klørnar.

    Súla er vakur fuglur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Súla er vakur fuglur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Súla sæst um summarið um oyggjarnar, men eigur bara í Mykinesi. Hon er størsti búfuglur okkara og byggir stórt reiður á breiðum rókum á Mykineshólmi og ovast uppi á drangunum.

    Drangi, har súla eigur. Um 2.350 súlupør eiga í Mykinesi. Mynd: Ólavur Frederiksen

    Drangi, har súla eigur. Um 2.350 súlupør eiga í Mykinesi. Mynd: Ólavur Frederiksen

    Um grækarismessu fer súla at reiðrast. Reiðrið ger hon av grasi, tara, træsprekum og hvannjólum. Tað er um ein metur í tvørmáli.

    Passaliga langt er ímillum reiðrini, so at fuglurin, sum liggur á, røkkur ikki til næsta reiður. Bøgan og steggin verja reiðrið væl og tola ikki, at aðrar súlur koma ov nær.

    Ungi hjá súli eitur ompil. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Ungi hjá súli eitur ompil. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Súla hevur stórt flog. Eins og aðrir sveimarar kann hon halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Hon flýgur seigliga, sveimar leingi og høgt yvir sjónum.

    Súla

    • Longd: 85-97 cm
    • Vekt: 2400-3600 g
    • Flog: 170-192 cm
    • Egg: 1
    Súlan dugir væl at sveima og at stoyta seg. Mynd: Ólavur Frederiksen

    Súlan dugir væl at sveima og at stoyta seg. Mynd: Ólavur Frederiksen

    Teisti

    Tað er lætt at kenna teista aftur, Um summarið er hann svartur við sjónskum hvítum blettum á veingjunum. Um veturin er hann sprøklutur. Beinini eru blóðreyð og nevið svart og klænt.

    Teisti er á stødd við lunda.

    Teisti heldur til inni við land og helst á grunnum vatni. Teisti hoyrir til svartfugl og sum allir svartfuglar, er hann óførur at kava og svimja undir vatni, men fer sjáldan langt út á opið hav.

    Teisti í sínum eyðkenda summarbúna. Mynd: Janus Hansen

    Teisti í sínum eyðkenda summarbúna. Mynd: Janus Hansen

    Sjófuglur verður vanliga gamal, og teir flestu verpa bara eitt egg á hvørjum ári. Tó verpur teisti ofta 2 egg.

    Teisti eigur niðast í berginum í urðum og rivum. Hann verpur um mánaðarskiftið mai - juni 2. Eggini eru hvít við svørtum prikkum og reiðrið liggur væl fjalt.

    So skjótt ungarnir eru floygdir, minkar fuglurin í bjørgunum og flýgur út á hav.

    Tað eru um 3.500 pør av teist í Føroyum.

    Teisti

    • Longd: 32-38 cm
    • Vekt: 500 g
    • Flog: 49-58 cm
    • Egg: 1-2

    Æða

    Æða er sjófuglur og er í Føroyum alt árið. Æðan í Føroyum er serlig. Hetta er minsta æðuslagið í Atlantshavi.

    Hon eigur á hellu, í bakka og eisini uppi í haganum. Hon sæst tó mest fram við strendurnar, har hon finnur sær føði.

    Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

    Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

    Æða kavar niður á botn eftir skeljadýrum, krabbadýrum og øðrum smádýrum.

    Steggin verður nevndur blikur. Steggin er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Blikur er sera eyðkendur í sínum svarta og hvíta búna. Bøgan er myrka-reyðbrún.

    Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Mynd: Hans Eli Sivertsen

    Sjófuglur verður vanliga gamal, og teir flestu verpa bara eitt egg á hvørjum ári. Tó verpur teisti ofta 2 egg og æða upp í 6 egg.

    Æða

    • Longd: 60-70 cm
    • Vekt: 1300-2800 g
    • Flog: 95-105 cm
    • Egg: 4-6