Bringureyði

Bringureyði hevur reiðrast javnan í Føroyum síðan 2000. Hann ger sær reiður í viðarlundum og í urtagørðum á bygd og í bý. Bringureyði er bæði støðufuglur og flytifuglur.

Høvdu vit ikki havt urtagarðar og viðarlundir, høvdu vit ikki sæð fuglasløg sum til dømis bringureyða og óðinshana reiðrast í Føroyum.

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði er vakur á liti. Bæði litirnir og vakri sangurin hjá honum gera hann lættan at fáa eyga á, sjálvt um hann er lítil.

Músabróðir og bringureyði eru minstu fuglar, sum vanliga eiga í Føroyum.

Teir eru lítil nell samanbornir við størsta sjófuglin í Føroyum, súluna. Bringureyði vigar einans 18 gramm, nakað sum ein breyðflís. Súlan vigar um 3 kilo. Hon hevur eitt flog, sum er umleið 1,8 metrar.

BRINGUREYÐI

  • Longd: 14 cm
  • Vekt: 18 g
  • Flog: 21 cm
  • Egg: 4-5

Erla kongsdóttir

Erla kongsdóttir er lítið spurvaslag við longum veli. Hon flýgur dandandi, og tá ið hon situr, nikkar hon við høvdinum og slettir alla tíðina velið upp og niður. Hon rennur skjótt og veiðir flugur bæði niðri í fjøruni og uppi í luftini. Erla kongsdóttir verður eisini ofta nevnd erla.

Erlur eru vanliga einsamallar ella í smáum flokkum. Tær halda mest til við áir og við sjóvarmálan, har tær eisini hava reiður. Bara eini 10-20 pør eiga í Føroyum.

Erlur halda ofta til niðri í fjøruni, tá ið bútíðin er av. Um veturin eru tær í Afrika.

Erla kongsdóttir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Erla kongsdóttir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Erla kongsdóttir

  • Longd: 18 cm
  • Vekt: 22 g
  • Flog: 25-30 cm
  • Egg: 5-6

Gráspurvur

Gráspurvur er lítil og kubbutur. Hann heldur mest til millum hús og livir tí tætt at menniskjum. Steggin ger sær oftast reiður í húsum, til dømis í einum holi undir takskegginum. Finnur hann sær bøgu, halda tey saman og brúka sama reiðrið alt lívið.

Gráspurvasteggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvasteggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur er at finna nær reiðrinum alt árið. Sjálvt um veturin vitjar steggin ofta aftur, har reiðrið er. Grásurvabøgan verpur 3-5 egg eina ella tvær ferðir og onkuntíð tríggjar ferðir hvørt summar.

Gráspurvabøga. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvabøga. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur er upprunaliga úr Evropa, men hann er innfluttur til onnur lond og verpur nú í øllum heimspørtum uttan á Suðurpólinum (Antarktis).

Fyrstu ferð gráspurvur var at síggja í Føroyum, var í 1900, men fyrstu ferð hann átti her, var í 1935-36 í Vági. Nú sæst hann um alt landið.

Gráspurvur og floygdur ungi. Vit siga, at fuglaungi er floygdur, tá ið hann dugir at flúgva.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur og floygdur ungi. Vit siga, at fuglaungi er floygdur, tá ið hann dugir at flúgva.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Gráspurvur

  • Longd: 14 cm
  • Vekt: 33 g
  • Flog: 21-26 cm
  • Egg: 3-5

Grátítlingur

Grátítlingur líkist nógv títlingi, men hann er eitt sindur størri og meira grá-grønur á liti. Tað eru fleiri grátítlingar í Føroyum enn títlingar. 

Grátítlingur hevur grá-grønar fjaðrar. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr millum steinar og gras, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum.

Grá-grønu fjaðrarnar á grátítlingi hylja hann, so hann ikki sæst so væl í lendinum.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grá-grønu fjaðrarnar á grátítlingi hylja hann, so hann ikki sæst so væl í lendinum.Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grátítlingur heldur oftast til í bygdum og niðri í fjøruni. Hann reiðrast bæði í bø og haga.

Flestu grátítlingar eru flytifuglar og flúgva suðureftir um veturin. Grátítlingaslagið í Føroyum er eitt serligt undirslag, sum bara eigur her, í Hetlandi og í Orknoyggjum.

Grátítlingur

  • Longd: 17 cm
  • Vekt: 24 g
  • Flog: 25 cm
  • Egg: 4-5

Kvørkveggja

Bøgan hjá kvørkveggju er brúnlig, og steggin er kolasvartur við gulum nevi. Kvørkveggja situr mest í bønum bæði í haga og millum húsa. Har hoppar hon runt og leitar eftir ormum og skordýrum at eta.

Kvørkveggju-steggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kvørkveggju-steggi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Fyrstu ferð kvørkveggja varp í Føroyum, var í Tórshavn í 1950-árunum. Nú verpur hon allastaðni í landinum. Bøgan verpur 3-5 egg eina ella tvær ferðir hvørt summar. Ungarnir eta maðkar og onnur smákykt. 

Nakrar kvørkveggjur flyta suðureftir um veturin, meðan aðrar eru støðufuglar.

Kvørkveggju-bøga og ungar. Mynd: iStocphoto

Kvørkveggju-bøga og ungar. Mynd: iStocphoto

Kvørkveggja

  • Longd: 27 cm
  • Vekt: 100 g
  • Flog: 34-39 cm
  • Egg: 3-5

Músabróðir

Músabróðir sæst ofta í bjørgum, urðum og fram við bakkanum. Her eru góðir møguleikar at gera reiður og nóg mikið av smákyktum, sum er góð føði hjá smáfugli.

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir er støðufuglur, og ongin munur sæst á steggja og bøgu.

Tá ið ungarnir hjá músabrøðrum eru 16 dagar gamlir, eru teir floygdir. Ungarnir eru framvegis tætt knýttir at foreldrunum og fylgja teimum, meðan teir biðja um mat. Við at hyggja og gera sum foreldrini læra ungarnir skjótt at lívbjarga sær.

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum.

Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir

  • Longd: 12 cm
  • Vekt: 9-10 g
  • Flog: 15 cm
  • Egg: 6-8

Stari

Føroyski starin er eitt serligt undirslag av stara, sum bara verpur í Føroyum. Hann er størsti starin í Norðuratlantshavi. Stari er støðufuglur. Hann ger reiður bæði í bø og haga og millum húsa. Best dámar honum í holum í grótgørðum.

Stari er ein av vanligastu smáfuglunum hjá okkum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Stari er ein av vanligastu smáfuglunum hjá okkum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Starar eru altíð fleiri saman, og um náttina sova teir helst saman í stórum flokkum. Ein orsøk er ivaleyst tann, at saman eru teir tryggari – fleiri eygu og oyru varnast skjótari fíggindar!

Stari og kvørkveggja minna nógv um hvørt annað. Men tá ið stari leitar sær føði í moldini, gongur ella rennur hann, kvørkveggjan hoppar.

Stari er stórur smáfuglur og vigar umleið 90 gramm, sum er tríggjar ferðir so nógv sum ein gráspurvur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Stari er stórur smáfuglur og vigar umleið 90 gramm, sum er tríggjar ferðir so nógv sum ein gráspurvur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Stari

  • Longd: 23 cm
  • Vekt: 90 g
  • Flog: 37-42 cm
  • Egg: 4-6

Steinstólpa

Steinstólpa heldur til bæði í bø og haga. Hon sæst væl og er eyðkend við svarta og hvíta velinum.

Steinstólpa heldur til í haganum og etur mest flogkykt.

Í bútíðini um várið og um summarið er lætt at kenna mun á steggja og bøgu. Tá er steggin blágráur um bakið, hevur hvíta brúnarrípu, svarta eygnarípu og er svartur um vangan og veingir.

Um heystið eru steggin og bøgan næstan eins, brún um bakið og annars mest gulbrún.

Steinstólpu-steggi í summarbúna. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Steinstólpu-steggi í summarbúna. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Steinstólpa er flytifuglur. Um veturin heldur steinstólpa til suðuri í Marokka í Afrika, tí har er heitari enn her hjá okkum. Hon kemur til Føroya á summarmála, tann 14. apríl.

Steinstólpa ger reiður úr grasi, ull ella fjaðrum. Hon verpur 5-6 blá egg. Tá ið 14 dagar eru farnir, koma ungarnir út. Bøgan matar teir vanliga. Steggin situr bara stutt frá reiðrinum og letur fyri teimum.

Tá ið ungarnir eru floygdir, flýgur steinstólpan aftur til Afrika.

Steinstólpa

  • Longd: 17 cm
  • Vekt: 30 g
  • Flog: 25-32 cm
  • Egg: 5-6

Títlingur

Títlingur er ein av okkara bestu sangfuglum. Hann flýgur flákrandi, onkuntíð beint upp í loft og fer so sveimandi og látandi niður aftur.

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Reiðrið hjá títlingi er sum ein snotulig kurv, sum er væl fjald undir eini túgvu ella gróðri. Bæði bøgan og steggin bøla eggjunum í 13 dagar.

Tá ið ungarnir eru floygdir 10-14 dagar seinni, heldur títlingur mest til niðri í fjøruni ella í mýrilendi, har nógv føði er at finna. Hann etur skordýr og onnur smádýr.

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur er flytifuglur og heldur til í Suðurevropa og Afrika um veturin. 

Hann kemur til Føroya fyrst í apríl. Tíðliga um heystið – í september – rýma títlingarnir aftur til tey heitu londini.

Títlingur

  • Longd: 16 cm
  • Vekt: 17 g
  • Flog: 22-25 cm
  • Egg: 5-6