Spógvi

Spógvi er vaðfuglur. Tað, sum eyðkennir vaðfugl, eru longu tærnar, langa nevið og longu beinini. 

Spógva dámar væl at vera fyri seg sjálvan. Hann stendur ofta uppi á onkrum høgum, til dømis einari túgvu, og letur.

Umleið 1.500 pør av spógva eru í Føroyum.

Spógvi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Spógvi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Tað er minni til av spógva nú, enn tað var fyrr. Orsøkin er helst, at hann verður veiddur í Vesturafrika, har hann heldur til um veturin.

Tangspógvi. Spógvi og tangspógvi líkjast nógv, men tangspógvin er væl størri. Mynd: Janus Hansen

Tangspógvi. Spógvi og tangspógvi líkjast nógv, men tangspógvin er væl størri. Mynd: Janus Hansen

Spógvi

  • Longd: 40-42 cm
  • Vekt: 500 g
  • Flog: 76-89 cm
  • Egg: 4

Stari

Føroyski starin er eitt serligt undirslag av stara, sum bara verpur í Føroyum. Hann er størsti starin í Norðuratlantshavi. Stari er støðufuglur. Hann ger reiður bæði í bø og haga og millum húsa. Best dámar honum í holum í grótgørðum.

Stari er ein av vanligastu smáfuglunum hjá okkum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Stari er ein av vanligastu smáfuglunum hjá okkum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Starar eru altíð fleiri saman, og um náttina sova teir helst saman í stórum flokkum. Ein orsøk er ivaleyst tann, at saman eru teir tryggari – fleiri eygu og oyru varnast skjótari fíggindar!

Stari og kvørkveggja minna nógv um hvørt annað. Men tá ið stari leitar sær føði í moldini, gongur ella rennur hann, kvørkveggjan hoppar.

Stari er stórur smáfuglur og vigar umleið 90 gramm, sum er tríggjar ferðir so nógv sum ein gráspurvur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Stari er stórur smáfuglur og vigar umleið 90 gramm, sum er tríggjar ferðir so nógv sum ein gráspurvur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Stari

  • Longd: 23 cm
  • Vekt: 90 g
  • Flog: 37-42 cm
  • Egg: 4-6

Steinstólpa

Steinstólpa heldur til bæði í bø og haga. Hon sæst væl og er eyðkend við svarta og hvíta velinum.

Steinstólpa heldur til í haganum og etur mest flogkykt.

Í bútíðini um várið og um summarið er lætt at kenna mun á steggja og bøgu. Tá er steggin blágráur um bakið, hevur hvíta brúnarrípu, svarta eygnarípu og er svartur um vangan og veingir.

Um heystið eru steggin og bøgan næstan eins, brún um bakið og annars mest gulbrún.

Steinstólpu-steggi í summarbúna. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Steinstólpu-steggi í summarbúna. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Steinstólpa er flytifuglur. Um veturin heldur steinstólpa til suðuri í Marokka í Afrika, tí har er heitari enn her hjá okkum. Hon kemur til Føroya á summarmála, tann 14. apríl.

Steinstólpa ger reiður úr grasi, ull ella fjaðrum. Hon verpur 5-6 blá egg. Tá ið 14 dagar eru farnir, koma ungarnir út. Bøgan matar teir vanliga. Steggin situr bara stutt frá reiðrinum og letur fyri teimum.

Tá ið ungarnir eru floygdir, flýgur steinstólpan aftur til Afrika.

Steinstólpa

  • Longd: 17 cm
  • Vekt: 30 g
  • Flog: 25-32 cm
  • Egg: 5-6

Súla

Tað eru 9 súlusløg í øllum heiminum. Súluslagið her hjá okkum er tað størsta.

Súla er hvít og gullig um nakkan og hálsin. Hon hevur langar, spískar veingir, sum eru svartir úti á broddunum. Nevið er gulgrønt, langt og spískt, og føturnir svartir við grønari striku oman eftir legginum og út í klørnar.

Súla er vakur fuglur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Súla er vakur fuglur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Súla sæst um summarið um oyggjarnar, men eigur bara í Mykinesi. Hon er størsti búfuglur okkara og byggir stórt reiður á breiðum rókum á Mykineshólmi og ovast uppi á drangunum.

Drangi, har súla eigur. Um 2.350 súlupør eiga í Mykinesi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Drangi, har súla eigur. Um 2.350 súlupør eiga í Mykinesi. Mynd: Ólavur Frederiksen

Um grækarismessu fer súla at reiðrast. Reiðrið ger hon av grasi, tara, træsprekum og hvannjólum. Tað er um ein metur í tvørmáli.

Passaliga langt er ímillum reiðrini, so at fuglurin, sum liggur á, røkkur ikki til næsta reiður. Bøgan og steggin verja reiðrið væl og tola ikki, at aðrar súlur koma ov nær.

Ungi hjá súli eitur ompil. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ungi hjá súli eitur ompil. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Súla hevur stórt flog. Eins og aðrir sveimarar kann hon halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Hon flýgur seigliga, sveimar leingi og høgt yvir sjónum.

Súla

  • Longd: 85-97 cm
  • Vekt: 2400-3600 g
  • Flog: 170-192 cm
  • Egg: 1
Súlan dugir væl at sveima og at stoyta seg. Mynd: Ólavur Frederiksen

Súlan dugir væl at sveima og at stoyta seg. Mynd: Ólavur Frederiksen

Teisti

Tað er lætt at kenna teista aftur, Um summarið er hann svartur við sjónskum hvítum blettum á veingjunum. Um veturin er hann sprøklutur. Beinini eru blóðreyð og nevið svart og klænt.

Teisti er á stødd við lunda.

Teisti heldur til inni við land og helst á grunnum vatni. Teisti hoyrir til svartfugl og sum allir svartfuglar, er hann óførur at kava og svimja undir vatni, men fer sjáldan langt út á opið hav.

Teisti í sínum eyðkenda summarbúna. Mynd: Janus Hansen

Teisti í sínum eyðkenda summarbúna. Mynd: Janus Hansen

Sjófuglur verður vanliga gamal, og teir flestu verpa bara eitt egg á hvørjum ári. Tó verpur teisti ofta 2 egg.

Teisti eigur niðast í berginum í urðum og rivum. Hann verpur um mánaðarskiftið mai - juni 2. Eggini eru hvít við svørtum prikkum og reiðrið liggur væl fjalt.

So skjótt ungarnir eru floygdir, minkar fuglurin í bjørgunum og flýgur út á hav.

Tað eru um 3.500 pør av teist í Føroyum.

Teisti

  • Longd: 32-38 cm
  • Vekt: 500 g
  • Flog: 49-58 cm
  • Egg: 1-2

Títlingur

Títlingur er ein av okkara bestu sangfuglum. Hann flýgur flákrandi, onkuntíð beint upp í loft og fer so sveimandi og látandi niður aftur.

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Reiðrið hjá títlingi er sum ein snotulig kurv, sum er væl fjald undir eini túgvu ella gróðri. Bæði bøgan og steggin bøla eggjunum í 13 dagar.

Tá ið ungarnir eru floygdir 10-14 dagar seinni, heldur títlingur mest til niðri í fjøruni ella í mýrilendi, har nógv føði er at finna. Hann etur skordýr og onnur smádýr.

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Títlingur er flytifuglur og heldur til í Suðurevropa og Afrika um veturin. 

Hann kemur til Føroya fyrst í apríl. Tíðliga um heystið – í september – rýma títlingarnir aftur til tey heitu londini.

Títlingur

  • Longd: 16 cm
  • Vekt: 17 g
  • Flog: 22-25 cm
  • Egg: 5-6

Tjaldur

Tjaldur er tjóðfuglur okkara og kemur til landið um grækarismessu. Tað sæst bæði í haganum, í bønum og niðri í fjøruni.

Tjaldur er vaðfuglur og hevur langt nev og long bein. Tjaldrið etur reyðmaðkar, sum tað finnur í haganum og á bønum. Í fjøruni etur tað mest fliður, kræklingar og fjørumaðkar.

Fliður sita fastar á steinunum, og tí má tjaldrið høgga tær leysar við sterka nevinum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Fliður sita fastar á steinunum, og tí má tjaldrið høgga tær leysar við sterka nevinum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Bøgan og steggin halda bara saman í bútíðini. Á hvørjum ári koma tey aftur í bústaðin, har tey vóru árið fyri. Vanliga halda bøgan og steggin saman í fleiri ár.

Tjaldur ger sær reiður í eyr, sand ella turra mold. Tjaldur verpur millum 2 og 4 egg. Ungarnir eru gráir og síggjast tí ikki væl millum steinar og eyr.

Tjadur bølir á eggum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjadur bølir á eggum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldur verpur millum 2 og 4 egg, sum eru ljós við dimmum blettum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldur verpur millum 2 og 4 egg, sum eru ljós við dimmum blettum. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldursungi er gráur og sprøklutur og sæst tí ikki væl millum steinar og eyr, har tjaldur vanliga ger reiður. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldursungi er gráur og sprøklutur og sæst tí ikki væl millum steinar og eyr, har tjaldur vanliga ger reiður. Mynd: Ólavur Frederiksen

Nakrar fáar vikur gamlir eru ungarnir floygdir. Tá fara øll av reiðurstaðnum oman í fjøruna. Ungarnir minna tá á liti um foreldrini, men nevið er myrkt uttast við, og beinini eru grá.

Tjaldur

  • Longd: 40-45 cm
  • Vekt: 600 g
  • Flog: 80-86 cm
  • Egg: 2-4

Toppont

Toppont er næstan líka stór sum villdunna. Hon heldur serliga til inni í firðum og sundum, men hon sæst eisini javnan á størru vøtnunum.

Toppont á flogi. Mynd: Janus Hansen

Toppont á flogi. Mynd: Janus Hansen

Toppont dámar best at vera fleiri saman í flokki. Tær leika í áðrenn verpingartíðina, og steggin ger nógv um seg. Tá er hann flottur við toppi á nakkanum.

Toppont í fjøruni. Mynd: Hans Eli Hansen

Toppont í fjøruni. Mynd: Hans Eli Hansen

Toppont dugir ógvuliga væl at kava. Onkuntíð veiða tær fleiri saman og reka fisk ella krabbadýr undan sær inn móti landi, har tað er grunt.

Toppont

  • Longd: 52-58 cm
  • Vekt: 1100 g
  • Flog: 70-86 cm
  • Egg: 8-11

Ugla

Katt-úla, sum sæst í Føroyum á hvørjum ári, er rovfuglur.

Ugla hevur sterkt nev, so hon kann skræða kjøt sundur. Við sterku klørnum á beinunum kann fuglurin taka um fongin og drepa hann.

Kattúla. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kattúla. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Hon hevur sera stór eygu, men brúkar hoyrnina eins nógv, tá ið hon veiðir í myrkri. Duskarnir á høvdinum eru ikki oyru, men verða brúktir til at senda boð við.

Oyruni eru goymd undir stívum fjaðrum hvør sínumegin á høvdinum.

Ugla eigur ikki í Føroyum.

Kattúla

  • Longd: 31-37 cm
  • Vekt: 210-370 g
  • Flog: 86-98 cm
  • Egg: 3-6
Uglubóndi sæst eisini í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Uglubóndi sæst eisini í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Nærmynd av uglubónda. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Nærmynd av uglubónda. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Villdunna

Villdunna er vanligasti antarfuglur, sum eigur í Føroyum. Hon sæst á nógvum vøtnum og áum.

Tær flestu villdunnurnar eru her alt árið. Tó koma nakrar fremmandar villdunnur eisini henda vegin um veturin.

Villdunnu-bøga og villdunnu-steggi. Mynd: iStockphoto

Villdunnu-bøga og villdunnu-steggi. Mynd: iStockphoto

Í mai-juni verpur bøgan 8-10 egg, sum eru líka stór sum høsnaregg. Dunnan matar ikki ungarnar, men fer við teimum, har føði er.

Villdunnu-ungar eru fittir og mjúkir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Villdunnu-ungar eru fittir og mjúkir. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Tá ið villdunna etur, liggur hon og sutlar í vatnskorpuni ella stendur á høvdinum, við velinum upp í loft, so hon røkkur á botn at sutla.

Villdunna

  • Longd: 50-65 cm
  • Vekt: 1100 g
  • Flog: 81-98 cm
  • Egg: 6-12
Tá ið villdunnu finnur sær føði á botni, stendur á høvdinum, við velinum upp í loft fyri at røkka. Mynd: iStockphoto

Tá ið villdunnu finnur sær føði á botni, stendur á høvdinum, við velinum upp í loft fyri at røkka. Mynd: iStockphoto

Æða

Æða er sjófuglur og er í Føroyum alt árið. Æðan í Føroyum er serlig. Hetta er minsta æðuslagið í Atlantshavi.

Hon eigur á hellu, í bakka og eisini uppi í haganum. Hon sæst tó mest fram við strendurnar, har hon finnur sær føði.

Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

Æða kavar niður á botn eftir skeljadýrum, krabbadýrum og øðrum smádýrum.

Steggin verður nevndur blikur. Steggin er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Blikur er sera eyðkendur í sínum svarta og hvíta búna. Bøgan er myrka-reyðbrún.

Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sjófuglur verður vanliga gamal, og teir flestu verpa bara eitt egg á hvørjum ári. Tó verpur teisti ofta 2 egg og æða upp í 6 egg.

Æða

  • Longd: 60-70 cm
  • Vekt: 1300-2800 g
  • Flog: 95-105 cm
  • Egg: 4-6