Firvaldur

Blómur

Firvaldur er tætt knýttur at plantum og serliga teimum, sum blóma. Fleiri liva næstan alt lívið á einum ávísum plantuslagi. Teir byrja lívið sum egg á eini plantu, eta av henni meðan teir eru ormverur og sita fastir á henni sum reivvera. At enda sýgur vaksni firvaldurin hunang úr blómunum.

Blómurnar eru eisini bundnar at firvaldum, tí teir spjaða blómusáð, tá ið teir flúgva frá blómu til blómu.