• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Screenshot 2017-09-19 10.06.34.png

Ger tín egna fidgetspinnara: Vegleiðing og fyrimyndir😊

September 19, 2017

Eitt petti av pappi, ein tannsteytara, lím og tríggjar eittkrónur. Tadaaaa! So lætt er tað at gera tín egna fidgetspinnara.

Tú skalt brúka:

fyrimynd, printa hana út HER!
papp, kartong ella annað tjúkt pappír
tannsteytara
eittkrónur ella knappar
límpistól ella sterkt lím
saks og blýant
tussjir

Soleiðis gert tú:

1: Vel tær eina fyrimynd og klipp hana út. Klipp eisini eina skivu út. 

2: Tekna fyrimyndirnar av á pappið og klipp tær út. Minst til at gera merkið í miðjuna og at klippa tvær skivur.

3: Líma eina eittkrónu á hvønn armin á Fidgetspinnaranum. Ger hol í miðjuna við blýantinum. Víðka holið, so tað er størri enn tannsteytarin. Ger holið flatt, so einki pappír stingur upp úr.

4:  Klipp spíska endan av tannsteytaranum og líma eina skivu fasta á endan. Sting tannsteytaran í gjøgnum holið í miðjuni á Fidgetspinnararnum. Klipp tannsteytaran so langan, at Fidgetspinnarin melur leysur av skivunum. Líma eina skivu á hin endan.

Lat límið torna væl.

Góð ráð😊

  • Tú kanst prýða Fidgetspinnaran, um tú hevur hug ella bara brúka hann, sum hann er. Velur tú at t.d. lita hann, skalt tú gera tað, áðrenn tú límar hann saman.
  • Eigur tú ongar eittkrónur, kanst tú brúka knappar í staðin.
  • Tú kanst t.d. klippa Fidgetspinnaran úr eini pappeskju, baksíðuni á einum tekniblokki ella kornflakespakkanum.
In grein, ítriv Tags fidgetspinnari, ítriv, ger tín egna
← Ger tín egna fidgetspinnara: VideoAllarfyrsta Píkasjey-blaðið nakrantíð →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna