• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
puff_stovbollar.png

Hetta eru Puff og støvbollarnir

November 30, 2018

Hetta er Puff. Puff ræðist eitt sindur myrkur, ella soleiðis plagdi tað at vera. Líka til hann fekk støvbollarnir frá ommu síni.

Hvat er ein støvbolli?

Støvbollar búgva undir songini. Vit øll kunnu eiga teir. Teir hava ymiskt skap og ymiskan lit, alt eftir hvør ið eigur teir.

Vaksin fólk eiga vanliga gráar og brúnligar støvbollar. Summir kunnu hava smáar litbollar millum alt tað gráa og brúna. Aðrir hava long ella styttri hár stingandi út úr. Hárini eru ikki so mjúk, men tey kunnu gott vera purlut.

Børn eiga nógv oftast litfagrar støvbollar, sum eru mjúkir og bleytir. Summir eru so lættir, at teir fara fúkandi eftir gólvinum, tá ið tú letur hurðina upp, og teir kunnu enntá sveima uppi í luftini og verða hangandi har eina løtu.

Kanska hevur tað okkurt at gera við, hvussu børn eru, og hvussu vaksin eru. Tí hevur tú nakrantíð hugsað um, hvussu litrík tíni klæðir eru sammett við tey hjá mammu og babba og øllum hinum vaksnu fólkunum? Og kamarið og leikutoyið hjá tær eru helst eisini nokkso litríkt.

Støvbollarnir hjá Puffi

Puff elskar sínar støvbollar. Hvørja nátt sova teir hjá honum. Puff ballar seg hjá teimum og teir hjá honum.

Annar støvbollin hjá Puff er bláur og eitt sindur frísutur. Hin er reyður og rundur. Báðir eru mjúkir og bleytir og anga eitt sindur av ommu, eitt sindur av smákøkum, eitt sindur av tannkremi og eitt sindur av … ja, av Puff. 

Hvussu heldur tú, at tín støvbolli hevði sæð út?

In grein Tags puff og støvbollarnir
← Heitt ella kalt?Hara →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna