• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Ikki tvey ískrystall eru líka.

Ikki tvey ískrystall eru líka.

Kuldi og kavi

November 30, 2018

Leggur tú eina kavaflykru undir eina sjóneyku, sært tú, at hon er úr elalítlum sekskantaðum ískrystallum. Tú sært ikki tvey ískrystall, sum eru líka. Øll eru tey ymisk

Tá ið tað er kalt, frystir vatnið í skýgg junum til ískrystall. Krystallini renna saman til flykrur og detta niður á jørðina sum kavi.

Viðhvørt tiðna kavaflykrurnar eitt sindur, meðan tær dala niður g jøgnum luftina og verða til vátakava.

Mangan hoyra vit um glerstoyttar vegir og svartakálk í útvarpinum. Svartakálk kemur, tá ið hitin á vegnum er undir frostmarkinum. Døggin (vætan) í luftini setir seg á vegin og frystir til ís. Tá verða vegirnir hálir, og so mugu allir bilførarar vera varnir, tí hetta kann henda knappliga, og svartakálk sæst illa.

Glerstoyting kemur eisini, tá ið hitin á vegnum er undir frostmarkinum, og tað fer at regna. Tá frysta regndroparnir til ís, tá ið teir bresta í vegin.

Heglingur

Viðhvørt er heglingur. Heglingur er fastar kúlur av kava. Um heglingur rakar teg á bera húð ella tunn klæði, kanst tú fáa ilt.

Heglingur er mest sum bara um veturin her í Føroyum. Í heitum londum kann tað eisini hegla um summarið, og heglingurin kann vera nógv størri enn í Føroyum.

Heglingur er mest sum bara um veturin her í Føroyum. Í heitum londum kann tað eisini hegla um summarið, og heglingurin kann vera nógv størri enn í Føroyum.

Í einum skýggi, sum heglingur dettur niður úr, er nógvur vindur upp og niður. Smá ískrystall verða send nakrar túsund metrar uppeftir. Tá verður heglingurin blástur langt upp, har tað er ógvuliga kalt – bæði eina ferð og fleiri ferðir.

Hvørja ferð, heglingurin verður blástur uppeftir, legg jast ískrystall afturat á heglingin. Til endans verður hann so tungur, at hann dettur niður á jørðina.


Greinin stóð í Píka7 5 | 2018

Keldur: Alfrøðin + Veðrið eftir Hanus Kjølbro

← Kom við Miu til hipp hoppEg kann leggja oyruni frá mær →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna