• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita

Einki er sum at tvassa í hyljum! Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

Lat tað regna ...

March 17, 2022

Veturin kom við kulda og … regni. Jú, onkuntíð kavar um veturin, men oftast er meira regn enn kavi. Tað ber sjálvandi til at balla seg undir dýnuna við eini góðari bók og hoyra regnið vaska vindeyguni rein. Men tá ið tú ert liðug at lesa bókina, ella tá ið tað regnar fyri 6. ferð hesa vikuna, so fært tú kanska hug at fara út

Her eru nøkur hugskot til, hvat man kann gera úti, tá ið tað regnar

1. Tvassa í hyljum

Lat teg í gummistivlarnar og fær út og hoppa í tann størsta og vátasta hylin, tú finnur. Tú minnist kanska, hvussu stuttligt tað plagdi at vera, tá ið tú gekst í barnagarði  og veist tú hvat? Tað er líka stuttligt enn! :)

2. Fá gras undir iljarnar og runu millum tærnar

Eigur tú ongar gummistivlar? Eingin trupulleiki! Tú kanst fara út at spæla allíkavæl. Lat teg úr sokkunum og brett buksubrøkurnar upp. Gakk í váta grasinum og lat tað massera tær um iljarnar. Finn síðani eitt lítið runudíki og statt og skvampa í tí eina løtu. At fáa runu millum tærnar fær teg eisini at smílast :)

Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

3. Runulist

Nú tú stendur í runudíkinum, kanst tú royna at taka tær ein klump upp í hondina. Forma klumpin til eina lekra runukøku. Hetta er bara byrjanin. Nú kanst tú royna at forma rununa til alt møguligt  seyðir, pappageykar, eina runuborg ella kanska ein heilan runu(kava)mann!

Er eitt runublak sum eitt kavablak? Mynd: Bjalla B. Dalsgarð

4. Runukríggj

Málið tykkum nakrar krígsstrípur á kjálkar og pannu við runu. Nú eru tit klár at fara í kríggj. Runukríggj er eitt sindur sum kavakríggj – man brúkar bara runubløk í staðin fyri kavabløk.

5. Ger tín egna sangleik

Um tær kki dámar runu og heldur ikki tímir nakað serliga væl at tvassa í hyljum, so er ein sangleikur kanska nakað fyri teg. Í nógvum sangleikum er ein sena, har ein (ella fleiri) av høvuðsleikarunum syngja og dansa úti í regni – og tað sær vakurt út á filmi. Tú kanst eisini lata teg í stuttlig klæðir – tá verður tað eyka sangleikasligt!

Finn tær filmstólið fram (t.d. eina telefon, sum kann taka video), koyr tónleik í oyruni og syng og dansa úti í regninum. Heimkomin kanst tú leggja ljóð og effektir á.

Minst bara til, at tann, ið filmar, má standa undir einum regnskjóli, tí flestu myndatól tola ikki regn!

Kennir tú filmin “Singing in the Rain”? Har eru nógvir góðir sangir í. Mynd: Tjóðhild Patursson

6. Regnbað

Og síðst, men ikki minst: Far í regnbað! Regnar tað ordiliga illa, kanst tú fáa tær sápu við út og vaska tær úti í regninum. Tað verður besta og stuttligasta bað, tú nakrantíð hevur upplivað.

Dámar tær regnbað? Mynd: Savnsmynd


Grein í Píka7 2 2022

Hugskot og tekstur: Tjóðhild Patursson

In grein Tags píka123, regn, ítriv, spæl, spøl
← Sing 2Fjørið mítt: Tað regnar →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna