• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
pika7_1_17.jpg

Allarfyrsta Píkasjey-blaðið nakrantíð

September 15, 2017

Fyrst var Píkasjey ein heimasíða við flottum myndum, videobrotum og spennandi søgum um føroysk dýr. Og nú er Píkasjey eisini eitt blað.

Í blaðnum kanst tú lesa um ymisk dýr og nógv annað spennandi og stuttligt. Vit hava eisini prátað við børn um ymiskt, sum tey gera. Og so hava vit gjørt ítriv og nógvar uppgávur bara til tín at hugna tær við.

Men tað er ikki bara Píkasjey, sum roynir okkurt nýtt. Fyri kortum fóru 716 børn í skúla fyrstu ferð.

Tað er spennandi at royna okkurt nýtt og við hvørt eisini eitt sindur ræðandi, tí tú veitst ikki rættiliga, hvat tú kanst vænta tær.

Sum fyrstu ferð tú skalt til tannlækna. Fyrstu ferð tú fert at venja fótbólt. Ella fyrstu ferð, tú fert at sova hjá onkrum. Tá kitlar eitt sindur í búkinum.

Og beint nú eru firvaldar ikki bara á pikasjey.fo, men eisini í búkinum hjá okkum, nú fyrsta Píkasjey-blaðið kemur út. Vit eru so spent at vita, um tær dámar blaðið og um tú fert at gerast haldari.

Píkasjey heilsanir,
Beinta😊
blaðstjóri

In grein Tags pika7, blað

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna