Gráspurvur er lítil og kubbutur. Hann heldur mest til millum hús og livir tí tætt at menniskjum. Steggin ger sær oftast reiður í húsum, til dømis í einum holi undir takskegginum. Finnur hann sær bøgu, halda tey saman og brúka sama reiðrið alt lívið.
Gráspurvur er at finna nær reiðrinum alt árið. Sjálvt um veturin vitjar steggin ofta aftur, har reiðrið er. Grásurvabøgan verpur 3-5 egg eina ella tvær ferðir og onkuntíð tríggjar ferðir hvørt summar.
Gráspurvur er upprunaliga úr Evropa, men hann er innfluttur til onnur lond og verpur nú í øllum heimspørtum uttan á Suðurpólinum (Antarktis).
Fyrstu ferð gráspurvur var at síggja í Føroyum, var í 1900, men fyrstu ferð hann átti her, var í 1935-36 í Vági. Nú sæst hann um alt landið.
Gráspurvur
- Longd: 14 cm
- Vekt: 33 g
- Flog: 21-26 cm
- Egg: 3-5