Grátítlingur líkist nógv títlingi, men hann er eitt sindur størri og meira grá-grønur á liti. Tað eru fleiri grátítlingar í Føroyum enn títlingar.
Grátítlingur hevur grá-grønar fjaðrar. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr millum steinar og gras, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum.
Grátítlingur heldur oftast til í bygdum og niðri í fjøruni. Hann reiðrast bæði í bø og haga.
Flestu grátítlingar eru flytifuglar og flúgva suðureftir um veturin. Grátítlingaslagið í Føroyum er eitt serligt undirslag, sum bara eigur her, í Hetlandi og í Orknoyggjum.
Grátítlingur
- Longd: 17 cm
- Vekt: 24 g
- Flog: 25 cm
- Egg: 4-5