Bringureyði

Bringureyði hevur reiðrast javnan í Føroyum síðan 2000. Hann ger sær reiður í viðarlundum og í urtagørðum á bygd og í bý. Bringureyði er bæði støðufuglur og flytifuglur.

Høvdu vit ikki havt urtagarðar og viðarlundir, høvdu vit ikki sæð fuglasløg sum til dømis bringureyða og óðinshana reiðrast í Føroyum.

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bringureyði er vakur á liti. Bæði litirnir og vakri sangurin hjá honum gera hann lættan at fáa eyga á, sjálvt um hann er lítil.

Músabróðir og bringureyði eru minstu fuglar, sum vanliga eiga í Føroyum.

Teir eru lítil nell samanbornir við størsta sjófuglin í Føroyum, súluna. Bringureyði vigar einans 18 gramm, nakað sum ein breyðflís. Súlan vigar um 3 kilo. Hon hevur eitt flog, sum er umleið 1,8 metrar.

BRINGUREYÐI

  • Longd: 14 cm
  • Vekt: 18 g
  • Flog: 21 cm
  • Egg: 4-5

Músabróðir

Músabróðir sæst ofta í bjørgum, urðum og fram við bakkanum. Her eru góðir møguleikar at gera reiður og nóg mikið av smákyktum, sum er góð føði hjá smáfugli.

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir er støðufuglur, og ongin munur sæst á steggja og bøgu.

Tá ið ungarnir hjá músabrøðrum eru 16 dagar gamlir, eru teir floygdir. Ungarnir eru framvegis tætt knýttir at foreldrunum og fylgja teimum, meðan teir biðja um mat. Við at hyggja og gera sum foreldrini læra ungarnir skjótt at lívbjarga sær.

Føroyskur músabróðir er eitt serligt undirslag, sum bara eigur í Føroyum.

Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir bølir eggjum í einum úthúsi í Mykinesi. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir við fongi í nevinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Músabróðir

  • Longd: 12 cm
  • Vekt: 9-10 g
  • Flog: 15 cm
  • Egg: 6-8