Tað eru 9 súlusløg í øllum heiminum. Súluslagið her hjá okkum er tað størsta.
Súla er hvít og gullig um nakkan og hálsin. Hon hevur langar, spískar veingir, sum eru svartir úti á broddunum. Nevið er gulgrønt, langt og spískt, og føturnir svartir við grønari striku oman eftir legginum og út í klørnar.
Súla sæst um summarið um oyggjarnar, men eigur bara í Mykinesi. Hon er størsti búfuglur okkara og byggir stórt reiður á breiðum rókum á Mykineshólmi og ovast uppi á drangunum.
Um grækarismessu fer súla at reiðrast. Reiðrið ger hon av grasi, tara, træsprekum og hvannjólum. Tað er um ein metur í tvørmáli.
Passaliga langt er ímillum reiðrini, so at fuglurin, sum liggur á, røkkur ikki til næsta reiður. Bøgan og steggin verja reiðrið væl og tola ikki, at aðrar súlur koma ov nær.
Súla hevur stórt flog. Eins og aðrir sveimarar kann hon halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Hon flýgur seigliga, sveimar leingi og høgt yvir sjónum.
Súla
- Longd: 85-97 cm
- Vekt: 2400-3600 g
- Flog: 170-192 cm
- Egg: 1