Luft í búkinum

Inni í flestu fiskum er ein luftlummi, ið nevnist sundmagi. Sundmagin er fastur uppi undir rygginum. Tú sært hann, tá ið tú hevur kruvt ein fisk og tikið innvølirnar úr.

Tað er luft í sundmaganum, og hann hjálpir fiski at hava somu tyngd, sum sjógvurin kring hann hevur. Hetta merkir, at fiskur kann halda seg á einum ávísum dýpi uttan at brúka orku til at svimja fyri ikki at søkka á botn. Sundmagin fær fiskin til so at siga at sveima í sjónum.

 Fiskur, sum heldur til uppi í sjónum, hevur vanliga sundmaga. Sundmagin hjálpir honum at halda seg á einum ávísum dýpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fiskur, sum heldur til uppi í sjónum, hevur vanliga sundmaga. Sundmagin hjálpir honum at halda seg á einum ávísum dýpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Djúpari fiskurin fer, størri verður trýstið uttan um hann, og minni fyllir luftin. Tí fyllir fiskur luft í sundmagan, tá ið hann fer niður á størri dýpi. Tá ið fiskurin kemur uppaftur, sleppir hann luft úr sundmaganum. 

Um fiskur verður drigin skjótt upp gjøgnum sjógvin, nær hann ikki at sleppa luft úr sundmaganum. Sundmagin víðkast, tí trýstið á fiskin minkar. Viðhvørt kann allur magin trýstast út gjøgnum munnin. 

Fiskar uttan sundmaga

Summir fiskar hava tó ikki sundmaga. Teir halda vanliga til á stórum dýpi ella niðri á botni, sum t.d. flatfiskur.

Sjálvt um makrelur og hávur liva uppi í sjónum, hava teir ikki sundmaga og mugu tí svimja alla tíðina fyri at halda seg uppi í sjónum. 

 Makrelur hevur ikki sundmaga og má tí svimja alla tíðina fyri ikki at søkka niður. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Makrelur hevur ikki sundmaga og má tí svimja alla tíðina fyri ikki at søkka niður. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn