Svangar ormverur

Ormverur eta nógv, rættiliga nógv. Hvønn dag eta tær fleiri ferðir sína egnu vekt. Tað er tí, tær vaksa so skjótt.

Svangar ormverur undan snjó-fiðrildi. Mynd: iStockphoto

Svangar ormverur undan snjó-fiðrildi. Mynd: iStockphoto

Umleið eina ferð um vikuna verður húðin á orm­ veruni ov trong, tí hon veksur so skjótt. Tí má orm­ veran skifta ham.

Gamla húðin skrædnar oman eftir bakinum, og nýggj húð er undir. Í fyrstani er nýggja húðin bleyt og rúmlig, men skjótt verður hon eisini ov lítil, og ormveran má tí aftur skifta ham.

Flestu firvaldaormverur skifta ham fýra ferðir. Tær kunnu tó fáa aðrar litir og mynstur.

Ormvera hjá keisara­firvaldi skiftir ham.Mynd: iStockphoto

Ormvera hjá keisara­firvaldi skiftir ham.Mynd: iStockphoto