Umskapan

Broytingin frá ormveru til firvald er ein tann ótrúligasta broytingin, sum nøkur livandi vera fer ígjøgnum.

Inni í reivveruni umskapast orm­veran, og nýggir kropslutir vaksa fram. Eitt øðr­vísi høvd, ein nýggjur kroppur og fýra veingir.

Her á myndini sært tú umskapanina hjá keisarafirvaldi. Les um tað, sum hendir á myndini, niðanfyri.

 Keisarafirvaldur umskapast. Mynd: iStockphoto

Keisarafirvaldur umskapast. Mynd: iStockphoto

  1. Tá ið firvaldur umskapast, spinnur ormveran fyrst eina silkipútu fasta í greinina. Síðan tekur ormveran í silkipútuna við aftastu gongunabbunum. Ormveran verur nú til eina reivveru.
  2. Lidna reivveran.
  3. Beint áðrenn reivveran skrædnar, verður hon myrk og veingirnir síggjast út ígjøgnum.
  4. Summarfuglurin svølgir luft og bólgnar og fær reivveruna at skrædna enn meir. Og út kemur eitt fullvaksið dýr við fast samanballaðum veingjum.
  5. At byrja við eru veingirnir bleytir og rukkutir. Summarfuglurin pumpar spakuliga blóð út í æðranetið í veingjunum fyri at fáa teir at breiða seg út.
  6. Summarfuglurin hongur við høvdinum uppeftir, so at tyngdarkraftin hjálpir at strekkja veingirnar.
  7. Summarfuglurin situr síðan í sólini, meðan veingirnir torna, og flýgur síðan av stað at byrja lívið sum vaksin summarfuglur.