At makast

Firvaldur livir vanliga ikki leingi og má tí skunda sær at finna sær maka.

Kvennfirvaldur livir ofta bara nakrar fáar dagar og má tí verpa skjótast gjørligt. Tí er tað so væl gjørt, at kallfirvaldar verða klaktir upp til eina viku áðrenn kvennfirvaldar og eru til reiðar at makast beinanvegin, sum kvennfirvaldarnir eru klaktir.

Várspannarar makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Várspannarar makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Serlig luktevni og vøkru mynstrini og bjørtu litirnir fáa firvaldar at tekkjast hvør øðrum. Teir para seg við afturkroppinum vendum móti hvør øðrum. Teir kunnu sita soleiðis í fleiri tímar. Er vandi á ferð, kunnu teir enntá flúgva av stað saman. Annar hálar tá hin aftureftir.

Kallfirvaldur kann makast fleiri ferðir. Kvennfirvaldur makast og verpur bara eina ferð.

Húsvætti gráa makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Húsvætti gráa makast. Mynd: Hans Eli Sivertsen