• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita

Heimsins vandamiklasta harkalið – úti á djúpum

March 17, 2022

⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️

Nils Egi Dam Sørensen, 9 ár, ummælir

Hesa bókina dámar mær sera væl, tí at hon er so stuttlig. Bókin handlar um fýra vinfólk, sum saman hava gjørt eitt harkalið: Heimsins vandamiklasta harkalið

Tey fýra vinfólkini eita Killer, Kryvjarin, Skrappi og Vampýrrósan; ella soleiðis kalla tey seg, tá ið tey hittast í Ræðuborgini, høvuðssætinum hjá harkaliðnum.

Eina ferð fara tey at svimja, men tey hava eingi svimjiklæðir, so í staðin fara tey í plast- posar. Men so kemur eldur í klæðini hjá teimum ... og so hendir mangt og hvat.

Fyri at tjena sær pengar til at keypa nýgg j klæðir, fara tey at látast sum um, at tey eru sumoglímarar framman fyri einari rúgvu av turistum. Men plastbuksurnar hjá Skrappa detta niður, og øll sígg ja pissilingin. Áh, nei!

Men tey fingu hóast alt nokk av peningi til at keypa nýgg j klæðir í endurnýtsluhandlinum.

Ímeðan tey hava gingið hálvnakin og roynt at skaffað pening til klæðir, hevur Herviliga dreing jaliðið yvirtikið Ræðuborgina - hvat skulu tey nú gera?

Hendan bókin er tann triðja bókin í røðini, og hon er tann besta, haldi eg.

Bókin fær 6 av 6 stjørnum frá mær.

In ummæli Tags bók, heimsins vandamiklasta harkalið, nils egi
← Encanto 5 spurningar til rithøvundin (sum eisini er lækni) →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna