• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita

Encanto

March 17, 2022

⭐️⭐️⭐️⭐️⭐️

Ýr Einarsson Patursson, 9 ár, ummælir

Mær dámar filmin, tí at hann er ordiliga litfagur – og ordiliga góður. Filmurin er um eina gentu, sum eitur Mirabel Madrigal, og um hini í familjuni Madrigal

Øll í familjuni hava eina serliga gandagávu uttan Mirabel sjálv. Mamma hennara kann lekja við mati, ein av systrunum, sum eitur Luisa, er ótrúliga sterk, og hin systirin, sum eitur Isabella, er hinvegin ótrúliga vøkur og kann ganda fram vakrar rósur og aðrarblómur, ja, allar plantur. Ongin veit, hví Mirabel ikki fekk nakra gandagávu.

Alt virkar ordiliga gott, tá ið filmurin byrjar, men so byrjar húsið hjá teimum (sum eitur Casita) at fáa sprekkur! Nú kann eg ikki siga meir, tí so fari eg at avdúka alt! Men eg kann fortelja, at Mirabel setur sær fyri at bjarga húsinum og kraftini hjá familjuni.

Um tað eydnast, fáa tit at síggja …

Eg gevi Encanto 5 av 6 stjørnum.

In ummæli Tags filmur, ummæli, encanto, ýr
← Fjørið mítt: Tað regnarHeimsins vandamiklasta harkalið – úti á djúpum →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna