Heygsmenn

Heygsmenn hava oftast myrkan kropp, sum er heldur tjúkkur í mun til smáu veingirnar. Flogið er tí títt og ferðin stór. Flestu sløgini flúgva í skýming og um náttina. Av teimum 55 sløgunum, sum higartil eru funnin í Føroyum, flúgva fleiri av teimum vanligastu eisini um dagin.

Gammavongur er vanligasti heygsmannagestur í Føroyum. Hann flýgur ofta um dagin og flýgur ofta skjótt frá blómu til blómu.

Hesin gammvongurin stendur á spunahylkinum, har reivveran, sum hann kom úr, liggur inni í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Hesin gammvongurin stendur á spunahylkinum, har reivveran, sum hann kom úr, liggur inni í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sandvongur er einans í Føroyum, í Íslandi og í Sibiria. Í Føroyum er hann bara at finna í Mølheyggjunum heima á Sandi, og tí krevur hann serligt varsemi og frið. Mølheyggjarnir eru friðaðir.

Sandvongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sandvongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Rossafirvaldur sigst brúka 4 ár frá eggi til at gerast firvaldur. Rossafirvaldur er eitt serligt undirslag, sum bara er í Føroyum. Latínska heitið á rossafirvaldi er uppkallað eftir øðrum av rithøvundunum til bókina: Firvaldar – 155 ymiskir firvaldar í Føroyum, Jens Kjeld Jensen. Latínska heitið er Abromias assimilis jenskjeldi.

Rossafirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Rossafirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen