Grasmølaættin er stór ætt, sum bara í Evropa telur yvir 1000 sløg. Hjá okkum eru 15 sløg. Tær flestu ormverurnar undan grasmølaættini sigast at liva í mosa og millum grasrøtur ella á sjálvum grasrótunum.
Ferðamølur er regluligur gestur, og summi ár er rættiliga nógv til av honum. Ormveran kann gera stóran skaða í økjum við eitt nú seyðasmæru.