Æða er sjófuglur og er í Føroyum alt árið. Æðan í Føroyum er serlig. Hetta er minsta æðuslagið í Atlantshavi.
Hon eigur á hellu, í bakka og eisini uppi í haganum. Hon sæst tó mest fram við strendurnar, har hon finnur sær føði.
Æða kavar niður á botn eftir skeljadýrum, krabbadýrum og øðrum smádýrum.
Steggin verður nevndur blikur. Steggin er bæði størri og litfagrari enn bøgan. Blikur er sera eyðkendur í sínum svarta og hvíta búna. Bøgan er myrka-reyðbrún.
Sjófuglur verður vanliga gamal, og teir flestu verpa bara eitt egg á hvørjum ári. Tó verpur teisti ofta 2 egg og æða upp í 6 egg.
Æða
- Longd: 60-70 cm
- Vekt: 1300-2800 g
- Flog: 95-105 cm
- Egg: 4-6