• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Páfirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Páfirvaldur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Summarfuglar

June 18, 2017

Seks sløg av summarfugli eru funnin í Føroyum. Tvey teirra hoyra til fiðrildar-ættina og hini til álva-ættina.

Summarfuglarnir flúgva bara um dagin og helst í góðveðri og sól. Teir síggjast tí langt burtur, men fáa kortini frið fyri fugli, tí teir hava bjartar ávaringarlitir.

Av teimum seks sløgunum eru admirálur og tistilfirvaldur vanligastu gestirnir. 

Admirálur á notu. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Admirálur á notu. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Admirálur verpur í notur. Í Føroyum er ormveran funnin í notu, har hon spinnur eitt notublað saman um seg og liggur so turr og fjálg inni í blaðnum. Er summarið gott, síggjast føroyskt klaktir admirálar seint á sumri ella tíðliga á heysti. 

Tistilfirvaldur er, eins og admirálur, tiltikin ferðafirvaldur. Í 1978 vann ein enntá norður til Svalbard. Mynd: Hans Eli sivertsen

Tistilfirvaldur er, eins og admirálur, tiltikin ferðafirvaldur. Í 1978 vann ein enntá norður til Svalbard. Mynd: Hans Eli sivertsen

In Firvaldur Tags summarfuglur, tistilfirvaldur, admirálur, páfirvaldur

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna