Fimm ymisk sløg í miklinga-ættini eru funnin í Føroyum. Øll sløgini eru ógvuliga sjáldsom og bara funnin heilt fáar ferðir. Hildið verður, at antin reivveran ella tann vaksni firvaldurin er komin til landið við onkrari vøru, til dømis eini plantu, í einum banankassa ella við viði.
Tikaravongur er funnin tvær ferðir. Hann er eitrandi. Tað boða bjørtu litirnir á honum frá. Eiturið ger, at hann smakkar illa hjá fugli og øðrum fíggindum, sum eta hann. Tá ið hann hvílir seg, fjalir hann afturveingirnar undir framveingjunum. Er vandi á ferð, vísir hann reyðu afturveingirnar og flýgur av stað. Á henda hátt ávarar hann fíggindarnar.