• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Ein multa í garninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ein multa í garninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

At savna inn dýr

April 25, 2017

Dýrini á einum Sjósavninum koma ymsastaðni frá. Summi liva í fjøruni, summi inni við land og onnur úti á opnum havi. Tí er tað eisini ymiskt, hvussu dýrini verða savnað.

Við glúpi ber til at fanga smáar fiskar og rækjur, sum liva inni við land. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Við glúpi ber til at fanga smáar fiskar og rækjur, sum liva inni við land. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Í fjøruni er lætt at fara við glúpi og spann. Her finnur tú eitt nú kombikk, krabbar og ymisk sløg av gággum og skeljum. Við einum glúpi ber eisini til at fanga smáar fiskar og rækjur inni við land og fram við kai-kantinum.

Ein heimagjørd kombikk-fella. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ein heimagjørd kombikk-fella. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Strentingur í glúpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Strentingur í glúpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Stundum verður snorklað og kavað eftir dýrum, sum liva á størri dýpi. Eisini ber til at fiska við tráðu og royna seg við ymsum rúsum.

Rúsa við skeljum og krabbadýrum í. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rúsa við skeljum og krabbadýrum í. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Frá bátum og skipum ber til at fáa fatur á eitt nú hávi, steinbíti, stórum krabbum, skøtu og øðrum, sum liva djúpt úti á opnum havi.

Tey á Sjósavninum hava fangað heili 20 fiskasløg í bátahylinum á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tey á Sjósavninum hava fangað heili 20 fiskasløg í bátahylinum á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

In Føroya Sjósavn Tags sjósavn, at savna inn, kombikk-fella
← Lívið á SjósavninumAt flyta dýr →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna