Í Føroyum er eitt sjósavn – Føroya Sjósavn. Á Sjósavninum ber til at lúra í heimin undir sjónum og uppliva og læra um dýr og plantur, ið har liva.
Fleiri enn 100 ymisk dýrasløg
Á Sjósavninum eru nógv ymisk dýr savnað í kørum og fiskabúrum, og øll eru tey fingin í føroyskum sjógvi.
Har svimja og skríða og krúpa fleiri enn 100 ymisk dýrasløg; frá smáum krabbadýrum til stórar steinbítar og smáblettutan reyðháv.
Her er eisini eitt rørikar, har vitjandi sleppa at nerta og taka í krabbar, skeljar, gággur, trælsrassar og annað.
Tøkni
Tilsamans eru um 25 tons av sjógvi í fiskakørunum á Sjósavninum. Allur sjógvurin verður reinsaður og UV-strálaður, áðrenn hann fer í kørini.
Sjógvurin í kørunum verður eisini alla tíðina reinsaður í einum sandfiltri, tí nógvur skittur kemur frá fiskunum og dýrunum í kørunum.
Má fáa súrevni
Fyri at halda fiskinum livandi í fiskakørunum, má hann fáa góðan sjógv við súrevni í. Tí verður sjógvurin pumpaður runt í kørunum, og harafturat verður nýggjur sjógvur alla tíðina pumpaður inn úr sjónum.
Eftir 2-3 vikum verður sostatt allur sjógvurin á savninum skiftur út.
Síla sær føði
Nógv smá dýr í sjónum síla smáar bitar av mati úr sjónum. Uttan støðuga útskifting av sjógvi í kørunum, hevði verið nógv truplari hjá hesum dýrum at yvirlivað á einum sjósavni.
Gera reint
Fiskakørini skulu stundum vaskast, tí grøntari og annað legst á glasið. Hygg her hvussu tað sær út áðrenn, ímeðan og aftaná!