• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Urtagarður í Bø. Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto.

Urtagarður í Bø. Mynd: Ólavur Frederiksen, Faroephoto.

Nær húsum

March 3, 2016

Urtagarðar og viðarlundir eru góð støð hjá smádýrum at liva. Her eru grasvøllir, trø, berjarunnar og nógvar blómur. Í viðarlundum eru ofta eisini smá vøtn og áir.

Í urtagørðum og viðarlundum kunnu sostatt nógv sløg av smábýlum vera á einum stað. Har er eisini ofta sól og lívd. Tað merkir, at nógv sløg av dýrum kunnu finna seg til rættis her.

Nógv sløg av smáfugli eru komin til Føroya, síðan viðarlundir eru komnar, og fólk eru farin at fáa sær urtagarð. Við tíðini síggjast hesir fuglar eisini á støðum, har ongi trø og runnar vaksa. 

Urtagarðar eru góð støð hjá nýggjum sløgunum at seta búgv. 

In Livistað Tags nær húsum, firvaldur, smáfuglur, urtagarður, viðarlund
← Í haganumÍ sjónum →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna