Í sjónum

Allan vegin runt Føroyar og millum oyggjarnar er sjógvur. Í sjónum eru bæði fiskar, plantur og nøkur av størstu súgdýrunum í heiminum. Og í sjónum hendir alla tíðina okkurt, sum kann undra og ríka okkum. 

Nógv ymisk fiskasløg er í sjónum runt Føroyar. Á myndini sæst multa niðast og skøta ovast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Nógv ymisk fiskasløg er í sjónum runt Føroyar. Á myndini sæst multa niðast og skøta ovast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Dýralívið

Lívið byrjaði í sjónum. Tað uddi við dýrum í sjónum, áðrenn dýrini fóru upp á land.

Nógv fiskasløg eru elligomul. Til dømis livdu nógv ymisk sløg av hávum fyri 200 milliónum árum síðan. Sostatt vóru hávar til langt áðrenn dinosaurarnir. 

Ótrúliga nógv onnur ymisk dýr liva í sjónum við Føroyar. Gongur tú í fjøruni, sært tú marflugur, krabbar, skeljar, gággur og nógvar aðrar løgnar skapningar, ið siga frá einum fjølbroyttum lívi í sjónum og eina millióna ára gamla náttúrusøgu. 

Útróðrarbátur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Útróðrarbátur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ríkidømi 

Í sjónum er stórt ríkidømi. Hvønn dag verða túsundtals tons av fiski hálað upp úr sjónum og seld til matna. Føroyar hava leingi livað av fiskivinnu. Flest øll kenna onkran sjómann, tí í Føroyum eru nógvir trolarar, línubátar, nótabátar og útróðrarbátar. Nógv fólk á landi arbeiða eisini í fiskivinnuni, eitt nú á flakavirkjum og alivirkjum.

Men tað er ikki bara fiskur at fáa í sjónum. Vit veiða eisini hval, rækju, hummara, krækling, jákupskel og annað. Til dømis hevur grønlandsrækja stóran vinnuligan týdning. Fleiri hundraðtúsund tons verða fiskað árliga.

So at siga allur fuglur, sum vit veiða og eta, er sjófuglur. Sjófuglur er fuglur, sum finnur føði sína á sjónum.


Dýr í sjónum


Fiskur


Krabbadýr og lindýr


Fuglur