Nógv ella fá rogn?

Tey fiskasløg, sum gýta út í sjógvin, gýta fleiri 1.000 rognkorn hvørja ferð. Hetta er tí, at vandin fyri, at tey verða etin, er so stórur.

Av tí at fiskurin inni við land ger reiður og verjir rognið, nýtist honum ikki at gýta eins nógv rogn.

 Rogn verður nevnd eygarogn, tá ið fiskaungin inni í rogninum er so stórur, at eyguni fara at síggjast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Rogn verður nevnd eygarogn, tá ið fiskaungin inni í rogninum er so stórur, at eyguni fara at síggjast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Verjir eggini við lívinum

Rognkelsi kemur inn á grunt vatn at gýta. Eins og hjá smáfiskinum í taranum, ansar kallfiskurin rognkorninum.

Kvennfiskurin gýtir fleiri túsund egg í eina stóra rúgvu, sum kallfiskurin síðan verjir. Eggjarúgvan kann liggja so ovarlaga í sjónum, at hon flýtur upp í vatnskorpuna. Kortini heldur kallfiskurin vakt og endar tí mangan við at verða etin av fugli.

Tá ið eggini klekjast umleið 7 vikur seinni, rýmir kallfiskurin.

 Kallfiskurin hjá rognkelsi verjir rogninum við lívi sínum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Kallfiskurin hjá rognkelsi verjir rogninum við lívi sínum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn