Fiskur reiðrast

Tú heldur kanska, at tað bara er fuglur, sum reiðrast. So er ikki.

Felags fyri fiskasløgini, sum liva alt lívið í taraskóginum er, at tey eru smá, og at tey verja avkomið hjá sær. Og so ger kallfiskurin reiður til rognini!

Ger reiður úr plantum

Tann fiskurin, sum flest øll føroysk børn kenna, er kombikkið.  

Tú finnur kombikk inni í taranum fram við landi, í hyljum í fjøruni og í áum og vøtnum.

Kallfiskurin hjá kombikki ger eitt reiður á botnin úr plantuleivdum, sum hann trýstir saman og límar við slími.

Strentingur livir eisini inni við land í taranum. Hann ger reiður í taranum, sum hann seymar saman við at svimja aftur og fram gjøgnum taran. Hann so at siga brúkar seg sjálvan sum nál.

 Strentingur er brúnligur ella grønligur um bakið alt eftir, um hann livir í brúntara ella grøntara. Búkurin er ljósur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Strentingur er brúnligur ella grønligur um bakið alt eftir, um hann livir í brúntara ella grøntara. Búkurin er ljósur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Verjir reiðrið væl

Bæði kombikk og strentingur lokka fleiri honir til reiðrið hjá sær at gýta. Har gýtir hon fyrst síni rogn, og so gýtir hann sil útyvir.

Kallfiskurin verjir reiðrið væl. Við uggafjaðrunum tyrlar hann alsamt nýggjan sjógv inn í reiðrið, so at nóg mikið av súrevni er til egg og larvur.

Fyrstu vikuna eru fiskalarvurnar í reiðrinum og liva av blommusekkinum, men síðan svimja tær úr reiðrinum og skulu nú klára seg sjálvar.

 Vanliga eru kombikk skyggandi grá og brúnlig ella grøn um bakið. Men í gýtingini verður kallfiskurin reyður undir høvdinum og um búkin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Vanliga eru kombikk skyggandi grá og brúnlig ella grøn um bakið. Men í gýtingini verður kallfiskurin reyður undir høvdinum og um búkin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn