Píka2 sum bringan er reyð!

Um tú ert eitt dýr, er tað ikki líkamikið, hvønn lit tú hevur. Litirnir siga nakað um, hvar dýrini liva og hvussu.

Vøkru mynstrini og bjørtu litirnir fáa dýr at tekkjast hvør øðrum, tá ið tey skulu makast. Men tað kann eisini bera boð um, at dýrini eru eitrandi!

Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Elpenor-drotningarfirvaldur er millum vakrastu náttfirvaldar. Ljósareyðu veingir hansara hóska væl til blóðdropa-runnarnar, sum hann verpur í. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Síggj meg!

Bringureyði er vakur á liti. Bæði litirnir og vakri sangurin hjá honum gera hann lættan at fáa eyga á, sjálvt um hann er lítil. Og hetta er gott, tá ið hann leitar sær eftir einum maka.

Men tað er ikki so gott, tá ið tú vilt krógva teg fyri fíggindum og ikki verða etin.  

Bringureyði verður sjáldan eldri enn 1 ár. Men teir, ið klára fyrsta árið, kunnu gerast ógvuliga gamlir, heili 19-20 ár. Og hetta er høgur aldur fyri ein smáfugl.

Bringureyði er eyðkendur við síni reydligu bringu. Mynd: Hans Eli Siversen

Bringureyði er eyðkendur við síni reydligu bringu. Mynd: Hans Eli Siversen

Munur á hann og hon

Hjá fleiri dýrum er munur á kalldýrinum og kvenndýrinum. Oftast eru kalldýrini størri og eisini litfagrari enn kvenndýrini.

Hjá æðu er steggin bæði størri og litfagrari enn bøgan.

Steggin er sera eyðkendur í sínum svarta og hviíta búna. Bøgan er myrka-reyðbrún og fellur væl saman við lendinum, tá ið hon liggur í reiðrinum og bølur eggunum.

Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er sera eyðkendur í sínum svarta og hvíta búna. Mynd: Hans Eli Siversen

Steggin hjá æðu verður nevndur blikur. Hann er sera eyðkendur í sínum svarta og hvíta búna. Mynd: Hans Eli Siversen

Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

Æðu-ungi og æða. Mynd: Jóan Petur Petersen

Kombikk er vanliga silvurgrønt á bakinum, silvurlitt um síðurnar og hviítt undir buúkinum.

Men í gýtingini verður kallfiskurin hjaá kombikki reyður undir høvdinum og um buúkin. Og tað er júst reyði liturin, sum lokkar kvennfisk til reiðrið hjá kallfiskinum at gýta. 

Kombikk. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kombikk. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ansa eftir - eg eri eitrandi!

Eitrandi dýr hava bjartar litir, sum ávara og vísa, at tey ikki kunnu etast. Og tað er eitt gott hugskot, um tú ikki vil verða etin.

Firvaldar og ormverur kunnu ikki stinga ella biíta eins og byýflugur og vespur, men nógvar ormverur brúka eitur á annan hátt at styggja fíggindan.

Henda ormveran sær rættiliga vandamikil út, og tað er hon eisini. Hon verjir seg við at blása frampartin upp og píska við halanum og síðan sprænir hon við eituri. Mynd: iStockphoto

Henda ormveran sær rættiliga vandamikil út, og tað er hon eisini. Hon verjir seg við at blása frampartin upp og píska við halanum og síðan sprænir hon við eituri. Mynd: iStockphoto

Nakrar náttfirvalda­ormverur hava eitrandi hár, og aðrar smakka ella lukta illa. Vanliga hava hesar ormverur bjartar litir, sum ávara fíggindan um at halda seg burtur.

Summar ormverur, sum ikki eru eitrandi, duga so væl at líkjast eitrandi sløgum, at fíggindar als ikki tora at nerta tær.

Fagurlittu firvaldarnir

Tikaravongur er eitrandi. Tað boða bjørtu litirnir á honum frá. Eiturið ger, at hann smakkar illa hjá fugli og øðrum fíggindum, sum eta hann.

Tá ið hann hvílir seg, fjalir hann afturveingirnar undir framveingjunum. Er vandi á ferð, vísir hann reyðu afturveingirnar og flýgur av stað. Á henda hátt ávarar hann fíggindarnar.

Tikaravongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Tikaravongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ormveran undan tikaravongi sær ikki tesspilig út við sínum eitrandi hárum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ormveran undan tikaravongi sær ikki tesspilig út við sínum eitrandi hárum. Mynd: Hans Eli Sivertsen