Píka5 leita og finn!

Nógv tey flestu dýrini royna at krógva seg og fella saman við umhvørvinum, har tey liva. Tey hava litir og mynstur, sum líkjast umhvørvinum. Hetta verður nevnt hyljing.

Eitrandi dýr hava harafturímóti bjartar litir, sum ávara og vísa, at tey ikki kunnu etast. 

Eisini rovdýr, mugu duga at hylja seg, tí annars kunnu tey ikki sníkja seg inn á fongin. 

Smyril er rovfuglur, og veiðir mest smáfugl tætt við bygd og bý. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr stillur í haganum, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum. Mynd: Janus Hansen

Smyril er rovfuglur, og veiðir mest smáfugl tætt við bygd og bý. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr stillur í haganum, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum. Mynd: Janus Hansen

Verjuleysu firvaldarnir

Ormverur og vaksnir firvaldar eru so at siga verjuleys dýr.

Í Føroyum krógva flestu firvaldar seg fyri fíggindum við at sita pinnastillir í einum staði, har liturin á firvaldinum rennur saman við litinum á tí, hann situr á, til dømis einum træbuli, einum steini ella bløðum á eini plantu.

Klettaspannari er størsti spannarin í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Klettaspannari er størsti spannarin í Føroyum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Klettaspannari er ikki lættur at fáa eyga á, tá ið hann situr á steini. Hann er størsti spannarin í Føroyum og er vanligur á ávísum plássum í landinum. Klettaspannari er náttfirvaldur, men sæst ofta flúgva um dagin. Ormveran livir mest í heiðalyngi.

Kjarrvongur er sjáldsamur gestur í Føroyum. Tá ið hann situr stillur og ballar veingrnar væl saman um afturkroppin, líkist hann einum træspreki. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Kjarrvongur er sjáldsamur gestur í Føroyum. Tá ið hann situr stillur og ballar veingrnar væl saman um afturkroppin, líkist hann einum træspreki. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sevvevjari. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Sevvevjari. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Snildar ormverur

Firvaldar og ormverur kunnu ikki stinga ella bíta eins og býflugur og vespur, men nógvar ormverur brúka eitur á annan hátt at styggja fíggindan.

Nakrar náttfirvalda­ormverur hava eitrandi hár, og aðrar smakka ella lukta illa. Vanliga hava hesar ormverur bjartar litir, sum ávara fíggindan um at halda seg burtur.

Summar ormverur, sum ikki eru eitrandi, duga so væl at líkjast eitrandi sløgum, at fíggindar als ikki tora at nerta tær.

Í Føroyum eru tó flestu ormverur grønar eins og gras og bløð og líkjast soleiðis umhvørvinum, sum tær vaksa upp í.

Nógvar ormverur líkjast nógv umhvørvinum og eru tí ringar at fáa eyga á. Aðrar gera sær spunahylki inni í einum blaði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Nógvar ormverur líkjast nógv umhvørvinum og eru tí ringar at fáa eyga á. Aðrar gera sær spunahylki inni í einum blaði. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ormveran hjá eygadrotningafrvaldi líkist nógv einum blaði. Mynd: Patrick Clement

Ormveran hjá eygadrotningafrvaldi líkist nógv einum blaði. Mynd: Patrick Clement

Fjarðar hylja

Fjaðrar hjá fugli verma og verja fuglin og gera, at hann kann flúgva. Tær prýða eisini fuglin og gera hann sermerktan.

Men fjaðrarnar kunnu eisini hylja fuglin og fjala hann fyri fíggindum!

Eitt dømi er grátítlingur, sum hevur grá-grønar fjaðrar. Hann sæst ikki væl, tá ið hann situr millum steinar og gras, tí fjaðurbúnin á honum líkist nógv lendinum.

Grátítlingi hevur grá-grønar fjaðrar, sum líkjast lendinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Grátítlingi hevur grá-grønar fjaðrar, sum líkjast lendinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Heiðafuglur hevur reiður í haganum. Fjaðurbúnin hjá nógvum heiðafugli líkist lendinum nógv, og tað er hent, tá ið fuglurin reiðrast og skal verja egg og ungar.

Summir hagafuglar hava ein vetrabúna og summarbúna.

Um veturin er grágrælingur dimmur um bakið og ljósur um búkin. Men í bútíðini, tá ið hann reiðrast í haganum, verður hann ljósari og flekkutur um bakið. Liturin og mynstrið hylur hann og verjir hann betur móti fíggindum.

Tá ið bútíðin ikki er, dámar grágrælingi best at vera saman í stórum flokkum niðri í fjøruni.

Grágrælingur í summarbúna. Mynd: Ólavur Frederiksen

Grágrælingur í summarbúna. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldur er rættiliga eyðkent við sínum bjørtu litum. Men hóast vaksni fuglurin er so eyðkendur, er øðrvísi við eggum og ungum. 

Tjaldur ger sær reiður í eyr, sand ella turra mold. Tjaldur verpur millum 2 og 4 morlittegg við dimmum blettum. Ungarnir eru gráir og síggjast tí ikki væl millum steinar og eyr.

Tjaldursungi líkist ikki vaksna fuglinum. Hann er gráur og sæst tí ikki so væl millum steinar og eyr, har tjaldur vanliga reiðrast. Mynd: Ólavur Frederiksen

Tjaldursungi líkist ikki vaksna fuglinum. Hann er gráur og sæst tí ikki so væl millum steinar og eyr, har tjaldur vanliga reiðrast. Mynd: Ólavur Frederiksen

Havsins kameleónur

Tunga kann broyta lit og mynstur eftir fáum sekundum. Hon dugir væl at laga seg eftir umhvørvinum og kann tí vera rættiliga ring at fáa eyga á.

Sært tú hana á myndini niðanfyri?

Tunga krógvar seg á botni á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tunga krógvar seg á botni á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Eisini aðrir fiskar, sum vit kenna væl, duga at skifta lit. 

Fer toskur t.d. inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum.

Tað er litevni í litkyknunum í skræðuni, sum tekur seg saman ella breiðist út.

Litkyknurnar í skræðuni hava antin svart, reytt, gult ella blátt evni í sær. Tekur t.d. svarta litevnið
seg saman í teimum svørtu litkyknunum, verður fiskurin ljósur.

Hesin reyðfiskurin, sum júst er komin á Sjósavnið úr reyðtaranum í sjónum, fer skjótt at broyta lit aftur, so hann líkist umhvørvinum í fiskakarinum á Sjosavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn