Tá ið dýrini eru fangað, verða tey flutt á Sjósavnið.
Fiskur má vera í sjógvi fyri at liva. Tí verður hann fluttur í tunnu, kassa ella ílati við sjógvi í. Um hann verður fluttur langa leið, má luft pumpast í sjógvin í ílatinum, so fiskurin ikki kvalist.
Krabbar, skeljadýr og tindadýr kunnu ferðast langt, bara tey eru í køldum, vátum umhvørvi, til dømis í eini spann við vátum tara. Er sjógvur í spannini, er vandi fyri, at tey kvalast, um ikki sjógvurin verður skiftur av og á ella luft pumpað í.
Nógvir fiskimenn eru góðir við Sjósavnið. Tá ið teir fáa onkran sjáldsaman fisk, royna teir at fáa hann livandi til lands, so teir kunnu lata Sjósavninum hann. Teir hava kør við sær umborð til fiskarnar, sum teir lata sjógv renna í.
Útróðrarbátar eru ikki so leingi burtur, so teir kunnu bara hava onkur plastíløt til fiskin og so fylla nýggjan sjógv í av og á.
Froskmenn eru eisini raskir at bera Sjósavninum ymiskt, sum teir finna, tá ið teir kava.