Lívið á Sjósavninum

Í Føroyum er eitt sjósavn – Føroya Sjósavn. Á Sjósavninum ber til at lúra í heimin undir sjónum og uppliva og læra um dýr og plantur, ið har liva.

Føroya Sjósavn liggur niðri við fjøruna á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Føroya Sjósavn liggur niðri við fjøruna á Argjum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fleiri enn 100 ymisk dýrasløg

Á Sjósavninum eru nógv ymisk dýr savnað í kørum og fiskabúrum, og øll eru tey fingin í føroyskum sjógvi. 

Har svimja og skríða og krúpa fleiri enn 100 ymisk dýrasløg; frá smáum krabbadýrum til stórar steinbítar og smáblettutan reyðháv.

Her er eisini eitt rørikar, har vitjandi sleppa at nerta og taka í krabbar, skeljar, gággur, trælsrassar og annað.

Børn hugna sær við rørikarið á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Børn hugna sær við rørikarið á Sjósavninum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Tøkni

Tilsamans eru um 25 tons av sjógvi í fiskakørunum á Sjósavninum. Allur sjógvurin verður reinsaður og UV-strálaður, áðrenn hann fer í kørini.

Sjógvurin í kørunum verður eisini alla tíðina reinsaður í einum sandfiltri, tí nógvur skittur kemur frá fiskunum og dýrunum í kørunum.

Má fáa súrevni

Fyri at halda fiskinum livandi í fiskakørunum, má hann fáa góðan sjógv við súrevni í. Tí verður sjógvurin pumpaður runt í kørunum, og harafturat verður nýggjur sjógvur alla tíðina pumpaður inn úr sjónum.

Eftir 2-3 vikum verður sostatt allur sjógvurin á savninum skiftur út.

Síla sær føði

Nógv smá dýr í sjónum síla smáar bitar av mati úr sjónum. Uttan støðuga útskifting av sjógvi í kørunum, hevði verið nógv truplari hjá hesum dýrum at yvirlivað á einum sjósavni.

Jákupsskel etur æti, sum hon sílar úr sjónum. Æti er evarska smáar plantu- og djóraverur í vatnskorpuni. Eisini fuglur, fiskur og hvalur etur æti. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Jákupsskel etur æti, sum hon sílar úr sjónum. Æti er evarska smáar plantu- og djóraverur í vatnskorpuni. Eisini fuglur, fiskur og hvalur etur æti. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Gera reint

Fiskakørini skulu stundum vaskast, tí grøntari og annað legst á glasið. Hygg her hvussu tað sær út áðrenn, ímeðan og aftaná!

Fiskakarið er skitið og skal vaskast, og tí eru øll dýrini tikin úr karinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fiskakarið er skitið og skal vaskast, og tí eru øll dýrini tikin úr karinum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Og so verður gjørt reint og vatnið skift. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Og so verður gjørt reint og vatnið skift. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nú er karið aftur reint. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Nú er karið aftur reint. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn