Vaðfuglar

Tað, sum eyðkennir vaðfugl, eru longu tærnar, langa nevið og longu beinini.

Vaðfuglur livir av dýrum í mold, sandi og undir steinum, og hevur tí langt nev fyri at fáa fatur á føðini eisini long bein, so hann kann vaða (vassa) í vatni.

Mýrisnípa er vaðfuglur og á stødd við stara. Mynd: Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Mýrisnípa er vaðfuglur og á stødd við stara. Mynd: Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Við langa nevinum grevur vaðfuglur niður í moldina, sandin ella á botn í áum og tjørnum eftir føði.

Summum vaðfuglum, eitt nú lógv, dámar betur at vera har, tað er turt. Tí hevur lógvin rættiliga lítið nev og stutt bein.

Vanligastu vaðfuglar, sum eiga í Føroyum

  • Tjaldur . . . . . . . . 10.000 pør
  • Mýrisnípa . . . . . . 2.500 pør
  • Spógvi . . . . . . . . . 1.500 pør
  • Lógv . . . . . . . . . . . 500 pør

Onnur sløg, eitt nú stelkur og helsareyði, eiga eisini í Føroyum, men pørini eru fá í tali, einans 2 - 15.

Tjaldur er vanligasti vaðfuglurin í Føroyum. Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto

Tjaldur er vanligasti vaðfuglurin í Føroyum. Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto