Sjófuglur

Fugl, sum finnur føði sína á sjónum, nevna vit sjófugl. Sjófuglur fer tó upp á land at verpa, tí tað ber ikki til á sjónum.

Í Føroyum er heilt nógvur sjófuglur, tí her er nógv føði í sjónum.

 Lomvigi og álka sita lið um lið á helluni. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Lomvigi og álka sita lið um lið á helluni. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Bara 3 % sjófuglur

Hóast 71 % av jarðarflatanum er hav, eru bara 3 % av heimsins fuglasløgum sjófuglur.

Men nøkur av fuglasløgunum, sum allarmest eru til av í Føroyum, er júst sjófuglur.

Til dømis eru 600.000 pør av havhesti, sum er tann vanligasti sjófuglurin hjá okkum, meðan tað einans eru 10.000 pør av tjøldrum, sum er tann vanligasti heiðafuglurin.

Fitjufuglur

Sjófuglur er fitjufuglur. Soleiðis verður fuglurin nevndur, tí hann hevur fitjur. Fitjur eru húð, sum er millum tærnar. Fitjur gera fótin góðan at svimja við. 

 Skarvur hevur stórar fitjur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Skarvur hevur stórar fitjur. Mynd: Ólavur Frederiksen

Føði

Sjófuglur livir av fiski, smáum krabbadýrum og høgguslokki. Hann etur mest av nebbasild, men eisini hvítingsbróður, brisling, sild, makrel og seið.

Ymiskt er, hvussu sjófuglur fær fatur á føðini. Summir fuglar kunnu ikki kava, til dømis havhestur, drunnhvíti og rita. Teir liva av tí, sum er í vatnskorpuni og beint undir vatnskorpuni.

Terna, skrápur og súla stoyta seg niður í sjógvin, og eitt nú lundi og lomvigi kava djúpt niður og nýta veingirnar at svimja við. 

Í berginum

Á sumri er nógv fuglalív í bjørgum, á hellum og í bakka. Fuglarnir eru her, tí her er gott og trygt at reiðrast.

Tað er ymiskt, hvussu fuglarnir reiðrast. Lundi grevur sær holur ovast uppi í bakkanum. Rita klínir sær reiður fast í bergið, og lomvigi og álka verpa á bera hellu. Niðast í berginum reiðrast skarvur og teisti.

So skjótt ungarnir eru floygdir, minkar fuglurin í bjørgunum og flýgur út á hav. 

 Rita klínir sær reiður fast í bergið og lomvigi verpur á bera hellu. Mynd: Ólavur Frederiksen

Rita klínir sær reiður fast í bergið og lomvigi verpur á bera hellu. Mynd: Ólavur Frederiksen

Flog 

Flog merkir bæði at flúgva og veingjavídd. Veingjavídd er longdin millum veingjaoddarnar. 

Fuglur kann sveima á vindi. Súla, havhestur og aðrir sveimarar kunnu halda sær leingi á flogi uttan at flagsa við veingjunum. Um fuglarnir samstundis veiða sær føði í sjónum, er næstan onki mark fyri, hvussu leingi teir kunnu flúgva. Hesir fuglar hava allir stórt flog.

FLOG hjá sjófugli

  • Súla 170-192 cm
  • Likka 135-155 cm
  • Havhestur 101-117 cm
  • Lomvigi 61-73 cm
  • Lundi 50-60 cm
  • Drunnhvíti 38-42 cm
 Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Ólavur Frederiksen

Havhestur hevur stórt flog. Mynd: Ólavur Frederiksen

Veiða

Fuglaveiða hevur í øldir havt stóran týdning fyri føroyingar. Í dag er ikki so.

Vit veiða so at siga bara sjófugl. Fyrr var tað mest lundi og lomvigi, sum varð veiddur. Nú verður mest veitt av havhesti, okkara vanligasta sjófugli.

Um vit veiða ov nógvan fugl, kann stovnurin koma í vanda. Tí er ein lóg um fuglaveiðu. Til dømis er als ikki loyvt at veiða æðu, og álka kann bert skjótast frá 1. oktober til 20. januar. 

 At fleyga lunda. Mynd: Hans Eli Sivertsen

At fleyga lunda. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Góður fongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Góður fongur. Mynd: Hans Eli Sivertsen

 Eftir náta (havhestaunga). Mynd: Hans Eli Sivertsen

Eftir náta (havhestaunga). Mynd: Hans Eli Sivertsen


Sjófuglur