Reivverur

Tá ið ormveran er fullvaksin, skapast hon um til reivveru.

Reivveran er heilt øðrvísi. Vanliga er hon púra still, og hon etur ikki. Liðiligi afturparturin ger, at reivverurnar kunnu spjálka eitt sindur, um tær verða órógvaðar.

Ormvera undan svínoyarsannara. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Ormvera undan svínoyarsannara. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Reivvera hjá svínoyarspannara.Mynd: Hans eli Sivertsen

Reivvera hjá svínoyarspannara.Mynd: Hans eli Sivertsen

Reivveran er annaðhvørt ber ella í einum spunahylki. Nógvir náttfirvaldar gera spuna­ hylki. Summarfuglar eru vanliga berir, men tó væl fjaldir millum følnað bløð og tílíkt.

Hóast reivverur síggja lívleysar út, hendir nógv innaní. Ormveran við ongum veingjum umskapast til firvald, eitt vaksið skordýr við veingjum.

Hetta kann taka alt úr 10 døgum upp í fleiri mánaðir. Ein várdag ella summardag skrædnar reivveran, og firvaldurin stríðir seg út.

Tá ið firvaldur er liðugt umskapaður, veksur hann ikki meira.

Svínoyarspannari. Mynd: Hans Eli Sivertsen

Svínoyarspannari. Mynd: Hans Eli Sivertsen