Silki

Flestu ormverur kunnu spinna tráð, sum líkist silki.

Eitt slag, silkiormur, ger tó ein so sterkan og fínan tráð, at hann verður brúktur til silki, eitt tað vakrasta og fínasta klæði, sum er til.

Ormveran hjá silkifirvaldi verður nevnd silkiormur. Mynd: iStockphoto

Ormveran hjá silkifirvaldi verður nevnd silkiormur. Mynd: iStockphoto

Tá ið silkiormur er til reiðar at umskapast, spinnur hann eitt spunahylki um seg. Hann
ger næstan ein kilometur av silkitráði.

Inni í spunahylkinum verður silkiormurin til reivveru.

Tey flestu spunahylkini verða oyst undir í kókandi vatni. Hetta drepur reivverurnar og loysir upp klistruta evnið í silkitráðnum, so hann kann verða brúkur til silki.

Bara nakrar fáar reivverur sleppa at gerast silki­ firvaldar, og teir verða brúktir til aling.

Reivvera og spunahylki hjá silkiormi. Mynd: iStockphoto

Reivvera og spunahylki hjá silkiormi. Mynd: iStockphoto

Í Kina hevur silkiormur verið aldur í næstan 5.000 ár. Søgnin sigur, at tað var Si-­Ling-­Chi prinsessa, sum í árinum 2.700 fyri Kristi føðing sá, at tað bar til at gera silki úr spunahylkinum
hjá silkiormi. Eftir hetta varð prinsessan nevnd Seine­Than (Silkigudinnan).

Í dag eru ongir silkiormar í náttúruni. Teir eru bara at finna á alistøðum.

Silkiormur livir einans av bløðum á morberjatrøum.Mynd: iStockphoto

Silkiormur livir einans av bløðum á morberjatrøum.Mynd: iStockphoto