• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Slangustjørna er eitt tindadýr. Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum og eru eisini øll onkursvegna rund og fimmbýtt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Slangustjørna er eitt tindadýr. Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum og eru eisini øll onkursvegna rund og fimmbýtt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Slangustjørna

March 2, 2017

Slangustjørna líkist krossfiski og hevur eisini 5 armar. Armarnir á slangustjørnu eru kortini longri og klænri og ógvuliga liðiligir.

Slangustjørna á ferð. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Slangustjørna á ferð. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Vanlig slangustjørna er grá-reyð. Tá ið hon er vaksin, er kroppurin 1 cm í tvørmáti og armarnir 10 cm langir. Vanlig slangustjørna er á 10-20 metra dýpi.

Slangustjørnur sita ofta tætt saman. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Slangustjørnur sita ofta tætt saman. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Eitt annað slag av slangustjørnu grevur seg niður í sandbotnin við súgfótunum, so bara armarnir koma upp og standa og veipa í sjónum. Tá ið smádýr og æti reka framvið, hanga tey føst í slíminum, sum er á súgfótunum. Síðan bera súgføturnir fongin til munninum. 

Summi sløg av slangustjørnu hava nógvar armar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Summi sløg av slangustjørnu hava nógvar armar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

In Krabbadýr Tags slangustjørna, súgfótur, tindadýr, í taraskóginum
← SjónotaTaskukrabbi →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna