Fjørukrabbi

Fjørukrabbi er vanligasti krabbin í taraskóginum fram við landi. 

Um dagin situr hann oftast og krógvar seg undir steinum. Um náttina fer hann úr taraskóginum og upp í flóðar málan at leita sær føði.

Hann etur næstan alt, sum hann fær fatur á og kann enntá fanga kombikk við bitklónum. 

Krabbi brúkar hárini á beinunum og bitklónum at tevja við og til at finna fram til fongin. 

Fjørukrabbi hevur tikið sær eini trøllanegl. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Fjørukrabbi hevur tikið sær eini trøllanegl. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Fjørukrabbi verður 5-­6 cm breiður um skelina og kann vera reydligur, brúnligur, grøn­ligur ella gráligur á liti.

Hann skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við. Hann krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð. Missir fjørukrabbi eina bitklógv, veksur hon aftur.

 

Aldur á fjørukrabba

Breidd á skel           Aldur

  • Minni enn 2 cm  <1 ár
  • Um 3 cm                 1 ár
  • 4 cm                        2 ár
  • 5 cm                        3 ár
  • Meiri enn 5 cm     4 ár

Gággukrabbi

Summastaðni á havbotninum sløðast tómar gággur og tómir kúvingar. Í summum av hesum tómu gággum og kúvingunum býr gággukrabbi.

Framkroppurin á gággukrabba er sum á hummara. Aftur­ kroppurin er bleytur og er altíð inni í gágguskelini.

Gággukrabbi í skegg­gággu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn&nbsp;

Gággukrabbi í skegg­gággu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn 

Sum krabbin veksur, verður gágguskelin ov lítil. So fer hann úr gágguskelini at leita sær eftir størri skel.

Hesa tíðina er krabbin góður fongur hjá fiski og tí í stórum vanda.

Margføtlur at hylja seg við

Á gággukrabba vaksa ofta nógvar margføtlur. Larvan hjá margføtlu dugir nevnliga at kenna mun á, um tað er ein krabbi ella snigil, sum er í gágguni.

Hetta er hent, tí gággukrabbin flytur tær víða og dregur fong til sín og sostatt eisini til margføtlurnar.

Afturfyri hylja margføtlurnar gággu­krabban og verja hann fyri krabbadýrasníkum. 

Gággukrabbi við margføtlum á gágguni.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Gággukrabbi við margføtlum á gágguni. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Krossfiskur

Vanligur krossfiskur er harður at nerta við. Undir­síðan á honum er vanliga ljóst appilsingul ella gul. Uppsíðan er grov og skrubbut, og liturin kann vera ymiskur, úr myrkt violettum til reyð­brúnt og appilsingult. 

Vanligur krossfiskur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Vanligur krossfiskur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Armurin veksur aftur

Krossfiskur hevur 5 armar, men tað eru onnur sløg, sum hava fleiri armar. Á ørmunum eru súgføtur og í miðjuni ein munnur.

Um kross­fiskur missir ein arm, veksur hann skjótt aftur. Tað er tí ikki óvanligt at síggja krossfisk við 1­ - 2 smærri ørmum enn hinir. 

Sjósól er eisini eitt slag av krossfiski. Hon líkist krossfiski, men hevur vanliga fleiri armar. Á myndini eru eisini fleiri sjónotur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Sjósól er eisini eitt slag av krossfiski. Hon líkist krossfiski, men hevur vanliga fleiri armar. Á myndini eru eisini fleiri sjónotur. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Skríður fram

Krossfiskur skríður ógvuliga seint, bara einar 3-5 metrar um tíman. 

Hann toyggir armarnar fram, setur teir fastar og loysir teir aftur. Og hetta gongur seint fyri seg, av tí at hann alla tíðina má súgva seg fastan og loysa aftur.

Munnurin á krossfiski situr á undirsíðuni á dýrinum eins og hjá&nbsp;flestu tindadýrum. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Munnurin á krossfiski situr á undirsíðuni á dýrinum eins og hjá flestu tindadýrum. Mynd: Hans Eli Siversten, Føroya Sjósavn

Átufekur

Krossfiskur er rovdýr. Hann etur annan krossfisk, slangustjørnu, skeljar, ormar og annað, sum er á botni.

Ofta tekur hann um eina skel og noyðir hana upp við súgvi­ fótunum. Síðan koyrir hann magan inn í skelina og sýg­ur hana í seg.

Krossfiskur hevur eisini ógvuliga gott tev. Ein deyður fiskur kann eftir stuttari tíð vera undir í krossfiskum.

Vanligur krossfiskur

  • Longd: 15­-40 cm
  • Aldur: 2­3 ár
  • Livistaður: í sjóvarmálanum og út á 50 m dýpi
  • Egg: 2 milliónir 

Taskukrabbi

Taskukrabbi er eyðkendur við sínum svørtu bitklóm. Hann er størsta krabbaslagið undir Føroyum. Ryggskelin kann mála heili 30 cm, og taskukrabbin kann viga upp í 7 kilo!

Taskukrabbi livir á sandi og mórubotni av heilt grunnum vatni niður á 100 m dýpi.

Taskukrabbi og sjónotur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Taskukrabbi og sjónotur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Taskukrabbi veiðir um náttina og brúkar millum annað hárini á beinunum at tevja seg fram til fongin.

Hann etur onnur krabbadýr og skeljar. Skeljarnar knúsar hann lættliga við sterku bitklónum.

Kjafturin á taskukrabba.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Kjafturin á taskukrabba. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Hannurin hjá taskukrabba er klandrutur og kann drepa aðrar hannar, um teir gerast ov naskir.

Honin gýtir um 30 milliónir rognkorn, sum hon ber undir afturkroppinum, til tey eru klakt.

Taskukrabbi er vorðin alt vanligari í Føroyum seinastu árini. 

Taskukrabbi skiftir ham.&nbsp;Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami. Á myndini sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sj…

Taskukrabbi skiftir ham. Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami. Á myndini sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hornabrosma

6 sløg av hornabrosmu eru undir Føroyum. Hornabrosmur eru langar og eitt sindur tjúkkar.

Umframt finnuna á lippuni hava hornabrosmur horn á gronini, millum 2 - 4 horn. Tað eru hesi hornini, sum hava givið henni navnið.

Hornabrosma er vanliga í fjøruni í taranum og sjáldan djúpri enn 20 m. Hon er vanliga um 25 cm long, men verður tó upp í 45 cm. 

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettut hornabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Blettuta hornabrosma

Blettuta hornabrosma er størsta hornabrosman. Hon verður upp í 60 cm long, men tann størsta, sum er veidd undir Føroyum, var tó minni og var 45 cm long. 

Hon er rættiliga eyðkend við. Hon er tann ‘reyðasta’ av hornabrosmunum. Hon er reyð ella reyðbrún um bakið og ljósareyð undir búkinum. Og so hevur hon stórar, myrkabrúnar blettir á høvdinum, bulinum og stertinum.

Blettuta hornabrosman er eisini at finna í fjøruni og út á 130 m dýpi.

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.&nbsp;

Onkuntíð fáa fiskarnir á Sjósavninum sær sjálvir at eta. Her hevur blettuta hornabrosma tikið eitt krutt. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Kombikk

Tann fiskurin, sum flest øll føroysk børn kenna, er kombikkið. Kombikk livir bæði í feskum vatni og í sjógvi. Tú finnur tey inni í taranum fram við landi, í hyljum í fjøruni og í áum og vøtnum.

Kombikk er silvurgrønt á bakinum, silvurlitt um síður­ nar og hvítt undir búkinum. Tað hevur tríggjar píkar á bakinum og tveir undir búkinum. Tað eru hesir pík­ arnir, sum kunnu stinga, tá ið tú tekur um eitt kombikk.

Í gýtingini verður kall­fiskurin hjá kombikki reyður undir høvdinum og um búkin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Í gýtingini verður kall­fiskurin hjá kombikki reyður undir høvdinum og um búkin. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Inni millum taran ger kall­fiskurin eitt reiður á botnin úr plantuleivdum, sum hann trýstir saman og límar við slími. Síðan finnur hann sær ein kvennfisk, sum hann lokkar inn í reiðrið. Har gýtir hon fyrst síni rogn, og so gýtir hann sil útyvir.

Kallfiskurin verjir reiðrið væl. Við uggafjaðrunum tyrlar hann alsamt nýggjan sjógv inn í reiðrið, so at nóg mikið av súrevni er til egg og larvur.

Fyrstu vikuna eru fiska­ larvurnar í reiðrinum og liva av blommusekkinum, men síðan svimja tær úr reiðr­inum og skulu nú klára seg sjálvar. 

Fakta:

  • Navn: Kombikk
  • Longd: 11 cm
  • Aldur: 8 ár
  • Livistaður: Í fjøruhyljum, í sjónum, í ovastu vatnløgunum, í vøtnum og áum
  • Egg: 100-400

Her sæst kallfiskurin byggja reiður

Her sæst kallfiskurin lokka ein kvennfisk í reiðrið hjá sær

Strentingur

Strentingur livur í taraskóginum. Hann er brúnligur ella grønligur um bakið alt eftir, um hann livir í brúntara ella grøntara. Búkurin er ljósur.

Strentingur.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Strentingur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Eins og kombikk ger kallfiskurin eisini reiður í taranum, sum hann seymar saman við at svimja aftur og fram gjøgnum taran. Hann so at siga brúkar seg sjálvan sum nál.

Bæði kombikk og strentingur lokka fleiri honir til reiðrið hjá sær at gýta, men hjá strentingi doyr kvennfiskurin tó eftir, at hon hevur gýtt. 2­4 vikur seinni, tá ið eggini eru klakt, doyr kallfiskurin eisini. Strentingur fær sostatt einans avkom eina ferð í sínum lívi. 

Fakta:

  • Navn: Strentingur
  • Longd: 16,5 cm
  • Aldur: 2 ár
  • Livistaður: Inni við land, í tara
  • Egg: 150-200

Tarabrosma

Tarabrosma livir, sum navnið sigur, í taranum. Hon hevur ymsar litir, alt eftir hvar hon livir, tó er hon oftast mynstrut brún og gul.

Hon hevur 9­-13 eyð­kendar døkkar blettir við ljós­um kanti aftur eftir bakinum.

Tarabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Tarabrosma. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Sum onnur fiskasløg í taranum ansar tarabrosma væl eftir yngli sínum, og bæði kallfiskurin og kvennfiskurin ansar eftir tí.

Tá ið tarabrosma er liðug at gýta, ringir honin seg saman um eggini at verja tey. Kallfiskurin hjálpir til. Síðan skiftast fiskarnir um at ringja seg um eggini og verja tey, til tey eru klakt.

 

Fakta:

  • Navn: Tarabrosma
  • Longd: verður sjáldan longri enn 20 cm
  • Aldur: 5 ár
  • Livistaður: Í fjøruni í taranum, niður á 100 m dýpi um veturin
  • Egg: 80­-200  

 

Tarabrosmur krógva seg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Tarabrosmur krógva seg. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjóasavn

Taralonga

Eins og tarabrosma hevur taralonga lítla roðslu og er ógvuliga slímut. Slímuta húðin heldur upp á vætuna og ger, at tarabrosman kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. 

Taralonga kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralonga kann yvirliva á landi í vátum tara í fleiri tímar. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Føðir livandi ungar

Taralonga er ein av teimum ógvuliga fáu fiskasløgunum, sum føðir livandi ungar. Tað serliga við ungum hjá taralongu er, at teir hava ikki blommu­sekk sum aðrar fiskalarvur, men liva eina tíð inni í mammuni, har teir súgva hvør sína vørtu.

Taralongu-yngul. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralongu-yngul. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralonga makast í august­ september, og 4 mánaðir seinni føðir kvennfiskurin millum 10­ 400 livandi ungar. Ungarnir eru tá millum 3,5 og 5,5 cm langir. 

Taralongu-yngul. Á Sjósavninum hava tey fingið 26 livandi ungar undan taralongu.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taralongu-yngul. Á Sjósavninum hava tey fingið 26 livandi ungar undan taralongu. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fakta:

  • Navn: Taralonga
  • Longd: 25­-35 cm 
  • Aldur: 10 ár 
  • Livistaður: á botni í taranum 
  • Ungar: 10­-400 

 

At skráseta nýggj fiskasløg

Hóast menn í Klaks­vík hava vitað um, at taralonga hevur verið at finna har seinastu 15-20 árini, varð hon ikki skrásett í Føroyum fyrr enn í 2010.

Sjósavnið fekk tá nakrar tara­longur úr Klaksvík og setti seg í samband við Havstovuna, ið er tann stovnurin í Føroyum, sum skrásetur nýggj fiskasløg. Og so varð taralonga skrásett alment at vera eitt fiskaslag undir Føroyum.

     

      Tvíprikkutur stubbi

      Fleiri sløg av stubba eru til. Hetta eru smáir fiskar úr 5 til 15 cm langir. Stubbarnir eru føði hjá øðrum fiskasløgum, sum halda til í taranum.

      Tvíprikkutur stubbi er sjáld­sama vakur fiskur og líkist einum tropiskum fiski. Hóast hann livir í taranum fram við landi, eru tað ikki nógv, sum hava sæð hann

      Tvíprikkutur stubbi.&nbsp;Í gýtingini hevur kallfiskurin ofta sterkar bláar litir og er næstan ikki at kenna aftur.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

      Tvíprikkutur stubbi. Í gýtingini hevur kallfiskurin ofta sterkar bláar litir og er næstan ikki at kenna aftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

      Tvíprikkutur stubbi verður vanliga umleið 6 cm langur. Hann er reyðbrúnur við fýra ljósum strípum tvørtur um bakið.

      Ein svartur blettur á síðuni beint framman fyri stertin er eitt, ið eyðkennir tvíprikkuta stubba. Teir hava eisini ein kámari blett longri frammi, men hann sæst ofta ikki á kvennfiskinum.

      Tvíprikkutur stubbi hevur fingið navn sítt frá hesum báðum blettunum.

      Tvíprikkutur stubbi etur eina rækju.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

      Tvíprikkutur stubbi etur eina rækju. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

      Fakta:

      • Navn: Tvíprikkutur stubbi
      • Longd: 6 cm
      • Aldur: 2 ár 
      • Livistaður: í taranum, í mesta lagi á 10 m dýpi 
      • Egg: í mesta lagi 100 
      Sandstubbi er ikki eins litfagur sum tvíprikkutur stubbi. Hann er vanligur úr fjøruni og niður á 12 - 15 m dýpi.&nbsp;Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

      Sandstubbi er ikki eins litfagur sum tvíprikkutur stubbi. Hann er vanligur úr fjøruni og niður á 12 - 15 m dýpi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn