Skrubba leitar oftast eftir føði um náttina. Um dagin grevur hon seg niður í sandin.
Skrubba er á grunnum vatni og út á 150 m dýpi. Hon tekur lit eftir botninum, og kann vera alt frá ljósabrún til svørtgrá um bakið. Ofta hevur hon eisini gular blettir á bakinum.
Skrubba og ósaskrubba minna nógv um hvør aðra. Skrubba hevur tó eina nógv bogaða striku og ongan beinkamb aftur frá eyganum.