Hávur

Hávur hevur altíð hugtikið fólk. Skjótleikin og hvøssu tenn hansara hava verið orsøk til óteljandi ræðu­ søgur og eisini ræðufilmar.

Heimsins næststørsti fiskur er hávaslagið brugda. Hon verður 15 m long og er eisini undir Føroyum.

Brugda má tó sigast at vera rættiliga friðarligt hávaslag, og hon etur bara æti.

Beintenn í skræðuni

Strýkur tú hondina fram eftir hávaskræðu, kennist hon hvøss. Eingin roðsla er í skræðuni, men smáar beintenn, sum liggja aftur­ eftir. Fyrr vórðu skógvar gjørdir úr hemaraskræðu! 

Livandi ungar

Hávur hevur beinagrind beinagrind úr bróski alt lívið.

Hjá bróskfiski, sum hávi og skøtu, verða eggini gitin inni í búkinum á kvennfiskinum. Summi sløg, t.d. hávur, leggja livandi ungar, og onnur, t.d. reyðhávur, leggja egg við einum næstan búnum unga í.

Egg hjá smáblettuta reyðhávi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Egg hjá smáblettuta reyðhávi. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Smáblettuti reyðhávur

Á Sjósavninum eru reyðhávarnir raskir at gýta, men tað kemur bara ungi úr eggunum, um kvennfiskurin er kviðin, tá ið hann kemur á Sjósavnið.

Smáblettuti reyðhávur er langur og fimur. Hann hevur lítið høvd og lítlan stert og heldur smáar fjaðrar. Sum hávar flest svimur hann ovaliga í sjónum, úr 10 m og vanliga ikki longri niður enn 100 metra dýpi á okkara leiðum.

Smáblettuti reyðhávur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Smáblettuti reyðhávur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hemari

Hemari sær væl, og tevið er framúr gott, so hann tevjar dýr langt burturi. Hemari svimur ógvuliga skjótt og er fimur fiskur. Hann verður í mesta lagi 4 m langur, tó sjáldan yvir 3 m. Hann kann viga yvir 300 kg, men vanliga viga stórir hemarar um 150 kg.

Hemarakjaftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hemarakjaftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hemarakjaftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Hemarakjaftur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Í kjaftinum hevur hemari fleiri røð av hvøssum tonnum. Missir hann tenn, fær hann nýggjar beinanvegin, tí innan fyri tenninar eru eykatenn. Allar tenninar standa afturá og eru tí góðar at taka við. Hann fær ikki tugt við tonnunum, og tí má hann svølgja fongin í heilum líki.

Og hemari er átufrekur. Tá ið hann kemur fram at føði, leggur hann seg á liðina, letur kjaftin upp, læsir hann um dýrið og skræðir tað í seg.

Seinastu árini hevur verið kappast í Føroyum um at fiska tann størsta hemaran. 

Hem- arin á myndini vigar 223,5 kg og er 224 cm langur, og tað er Johan Simonsen, sum fiskaði hann. Myndin er tikin uttan fyri Føroya Sjósavn. Mynd: fiska.fo

Hem- arin á myndini vigar 223,5 kg og er 224 cm langur, og tað er Johan Simonsen, sum fiskaði hann. Myndin er tikin uttan fyri Føroya Sjósavn. Mynd: fiska.fo