• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Állur
Állur

Állur kann liva leingi uttan vatn og kann tí fara tvørtur um mýrulendi og bø. Állur verður í mesta lagi 140­-150 cm langur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Havállur
Havállur

Havállur líkist álli í útsjónd. Hann verður tó upp í næstan 3 m langur.  Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Havállur
Havállur

Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Havállur
Havállur

Havállur er glúpskur fiskur og etur høgguslokk og fisk. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn. 

Állafiskur

February 27, 2017

5 sløg av álli eru undir Før­oyum. Eitt slag, állur, livir bæði í sjógvi og í feskum vatni. Hini sløgini liva alt lívið í sjónum.

Állafiskur er eyðkendur við sínum langa og klæna skapi. Hann hevur ongar búkfjaðrar og ongan stert ella bara ein skræðulepa til stert.

Luktar væl

Vanliga hevur botnfiskur sum állur ótrúliga góðan tevsans.

Royndir vísa, at állur tevjar sjálvt eittans mýl av einum luktevni! Tí hevur hann brúk fyri, tá ið hann leitar sær føði í myrkri og í mórutum vatni.

Nógv bendir á, at állur eisini brúkar tevið, tá ið hann skal finna veg til Sargassohavið. 

Állur

Állur gýtir í Sargassohav inum. Tá ið hann hevur gýtt, doyr fiskurin.

Yngulin rekur við Golfstreyminum tvørtur um alt Atlantshavið eystur til Evropa. Ferðin tekur 2­3 ár. Á ferðini verður yngulin klárur sum glas og verður tí nevndur glasállur.

Glasállurin fer niðan í áir og vøtn at vera og fær lit og eitur tá gulállur. 6-­10 ár seinni, tá ið állurin er næstan kynsbúgvin, fer hann aftur á sjógv at leita sær vestur til gýtingarøkið í Sargassohavinum. Hann er tá næstan svartur um bakið, hvítur um búkin og hevur stór eygu. Tá verður hann nevndur blankállur. 

Havállur

Havállur er glúpskur fiskur. Hann kann taka um fisk, hann ætlar at fanga, snara sær skjótt á og soleiðis skræða fiskin sundur. Á Sjósavninum hava tey enntá sæð tveir havállar býta í hvør sín enda á einum fiski, snara hvør sín veg og skræða fiskin sundur!

Havállur gýtir millum Gibralt ar og Asorurnar. Tá ið kvenn fiskurin gýtur, er hann so fullur av rognum, at sodningarleiðin, beinagrindin og øll gøgn so at siga eru horvin. Stutt eftir at havállurin hevur gýtt, doyr hann. 

In Fiskur Tags állur, havállur, glasállur, fiskaslag, í sjónum

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna