Kúfiskur er ikki ein fiskur, men ein skel. Hann livir á havbotninum har hann situr niðurgrivin á botninum, og er at finna úr grunnum vatni niður á umleið 400 m dýpi.
Kúfiskur er elsta einstaka livandi dýrið. Ein skel fingin undir Íslandi vísti seg at vera heili 507 ára gomul!
Kúfiskur við Føroyar verður eisini sera gamal, yvir 100 ár.
Týðiligir árringar eru í skelini, sum vísa, hvussu gamal kúfiskurin er. Árringarnir kunnu eisini siga okkum, hvussu nógv hann hevur fingið at eta hvørt árið.
Kúfiskur etur plantiæti, og tí kunnu árringarnir siga okkum nakað um, hvussu nógv plantuæti hevur verið í sjónum fleiri hundrað ár aftur í tíðina.