Tindadýr

Tindadýr verða flokkað í fimm flokkar: krossfiskar, slangustjørnur, igulker, trælsrassar og sjóliljur. 

Øll tindadýr hava smáar kálkplátur uttan á kroppinum. Tað er ymiskt, hvussu tætt hesar pláturnar sita hjá ymiskum tindadýrum.

Pláturnar sita tætt saman og gera eina samanhangandi skel hjá igulkeri. Hjá slangustjørnu sita tær eitt sindur leysari saman, og hjá trælsrassi sita tær hvør sær. 

Á smáu kálkplátunum kunnu sita tindar, og tí verða dýrini í hesum bólki nevnd tindadýr. 

 Slangurstjørnur og krossfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Slangurstjørnur og krossfiskur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

 Trælsrassa hevur rundan kropp og fimm ræsir við kálkplátum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Trælsrassa hevur rundan kropp og fimm ræsir við kálkplátum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

 Igulkeri hevur nógvar tindar á kálkplátunum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Igulkeri hevur nógvar tindar á kálkplátunum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Rund og fimmbýtt

Tindadýr eru øll onkursvegna rund og fimmbýtt. Til dømis hava krossfiskur og slangustjørna rundan kropp við fimm ørmum og trælsrassur rundan kropp og fimm ræsir við kálkplátum. 

Tindadýr eru vanlig allastaðni úr fjøruni og niður á 6.000 metra dýpi.

 Tindadýr hava ikki høvd. Munnurin situr oftast á undirsíðuni og gotið omaná sum hjá igulkeri. Á myndini sæst týðiliga, at muðurin hjá igulkeri er fimmbýttur. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn