Krabbi skiftur ham

Krabbi skiftir ham, tá ið hann veksur. Nýggja skelin er bleyt at byrja við, so krabbi krógvar seg, til nýggja skelin er vorðin hørð.

Fjørukrabbi er vanligasti krabbin í taraskóginum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Fjørukrabbi er vanligasti krabbin í taraskóginum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Sært tú gamla hamin og krabban, kanst tú undrast á, at so stórt dýr hevur ligið í so lítlum hami.

Á myndini niðanfyri hevur taskukrabbi skift ham. Her sæst tann bleyti taskukrabbin ovast og gamli hamurin hjá honum niðast. 

Taskukrabbi skift ham. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taskukrabbi skift ham. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn