• Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Menu

Píkasjey

  • Heim
  • Evni
  • Dýr
  • Blaðið
  • Send inn
  • Leita
Mysid og grøntari. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Mysid og grøntari. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Í taraskóginum

March 1, 2016

Tari er planta, sum veksur í sjógvi. Eins og aðrar plantur má tari fáa ljós, skal hann vaksa. 

Ljósið skínur ikki meira enn umleið 40 metrar niður í sjógvin. Djúpari niðri í sjónum er myrkt. Tí er eingin taravøkstur djúpari enn 40 metrar.

Tari veksur best um summarið, tí tá er ljósast.  

Ymiskan lit

Tari kann vera reyður, brúnur ella grønur á liti. Í stuttum kann sigast, at reyð­tari veksur djúpast, brún­tari í miðjuni og ovast veksur grøn­tari. 

Tarasløgini eru ymisk í stødd. Onkur tari sæst ikki við berum eygum, annar er bara nakrar sentimetrar, og upp aftur annar 4­5 metrar langur.

Ein trøllahummari í taraskóginum. Her sæst bæði grønur, brúnur og reyður tari. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Ein trøllahummari í taraskóginum. Her sæst bæði grønur, brúnur og reyður tari. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Taraskógur

Øki, har nógvur tari veksur, nevna vit taraskóg. Í taraskóginum svimja nógv ymisk sløg av smáfiski og yngli. Á tarabløðunum sita gággur og aðrar smáar verur og eta burtur av taranum.

Felags fyri flestu fiskasløgini í taraskóginum er, at tey eru smá, og at tey verja avkomið hjá sær. 

Á botninum millum taran ganga krabbar runt millum skeljar, krossfiskar, slangustjørnur og igulker.

Ungarnir hjá rognkelsi halda til inni í taranum, ofta á heilt grunnum sjógvi. Tá ið ungarnir eru 5 cm langir, líkjast teir vaksna rognkelsinum og fara tá út á djúpari sjógv. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Ungarnir hjá rognkelsi halda til inni í taranum, ofta á heilt grunnum sjógvi. Tá ið ungarnir eru 5 cm langir, líkjast teir vaksna rognkelsinum og fara tá út á djúpari sjógv. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Tari er góður matur

Fyrr í tíðini varð tari nýttur til matna, tá ið svangligt var. Í tara eru eisini nógv C­-vitamin, og tí bleiv tari brúktur til fólk við skyrbjóg. Skyrbjóg er ein sjúka, sum fólk fáa, tá ið tey mangla C­-vitamin. Nú á døgum fært tú tara at eta, um tú til dømis etur sushi. 

Seyður, sum gongur í fjøruni, etur eisini tara. 


Dýr, sum liva í taraskóginum


KRABBADÝR OG LINDÝR

Featured
Fjørukrabbi
Fjørukrabbi
Gággukrabbi
Gággukrabbi
Jákupsskel
Jákupsskel
Krossfiskur
Krossfiskur
Lúsakrabbi
Lúsakrabbi
Sjónota
Sjónota
Slangustjørna
Slangustjørna
Taskukrabbi
Taskukrabbi

Fiskur

Featured
Fjaðragrúkur
Fjaðragrúkur
Havtaska
Havtaska
Hornabrosma
Hornabrosma
Kombikk
Rognkelsi
Rognkelsi
Skrubba
Skrubba
Steinbítur
Steinbítur
Strentingur
Strentingur
Tarabrosma
Tarabrosma
Taralonga
Taralonga
In Livistað Tags í taraskóginum, krossfiskur, slangustjørna, igulkeri, yngul, tari
← Í sjónumÍ fjøruni →

um | samband

 

© 2017 Beinta Johannessen | Heimasíða frá Savna