Toskur

Undir Føroyum eru nøkur fá fiskasløg, sum eru at finna í stórum nøgdum. Av teimum kunnu nevnast svartkjaftur, upsi, hýsa, hvítingsbróðir og toskur. Hesir fiskar eru allir toska­fiskar, og fleiri teirra verða nógv veiddir.

 Toskur er átufrekur og dámar væl at eta stóran fisk. Tað sæst væl aftur á einum sjósavni, serliga um hann er saman við øðrum fiski, sum bara er eitt lítið vet minni enn hann sjálvur. Skjótt er tann minni fiskurin horvin.. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn

Toskur verður kynsbúgvin um 3 ára aldur. Størsti toskurin, sum er veiddur undir Føroyum, var 143 cm langur. Vanliga verður toskur umleið 10 ára gamal, og tá er hann 120 cm langur. 

 Toskur kann skifta lit. Fer hann t.d. inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Toskur kann skifta lit. Fer hann t.d. inn í taran, verður hann reyður (reyðfiskur) og er soleiðis betur vardur fyri fíggindum. Mynd: Hans Eli Sivertsen, Føroya Sjósavn.

Føroyabanki

Tveir serføroyskir toskastovnar eru undir Føroyum, annar veksur upp á landgrunninum og hin á Føroyabanka. Tað serliga við toskinum á Føroyabanka er, at hann veksur skjótari enn hin.

 Gýtingarøki hjá toski á landgrunninum og á Føroyabanka. Mynd: Savnsmynd

Gýtingarøki hjá toski á landgrunninum og á Føroyabanka. Mynd: Savnsmynd

Ein banki er eitt grunt fiskiøki undir Føroyum. Ein hin ser­merktasti bankin er Føroya­ banki, sum er í ein útsynning úr Føroyum.

Tað sermerkta við Føroyabanka er, at fiskasløgini her vaksa skjótari enn aðrastaðni og verða tí eisini skjótari kynsbúgvin.