Fiskurin á Sjósavninum verður fóðraður 2 ferðir um vikuna. Tað er nóg mikið, men tó plaga tey á savninum at geva fiskunum eitt sindur at eta, tá ið skúlaflokkar og aðrir bólkar vitja. Fiskarnir fáa mest høgguslokk og hvítingsbróður at eta. Onkuntíð fáa teir eisini nebbasild.
Smáfiskurin skal tó hava at eta hvønn dag.
Av og á fær Sjósavnið fóður frá skipum, men onkuntíð fer starvsfólkið út við glúpi at veiða, og onkuntíð má fóður keypast.
11 mánaðir uttan at eta!
Fiskar kunnu liva leingi uttan at eta. Til dømis fekk Sjósavnið einaferð nøkur stór sjósíl, sum onki vildu eta, fyrr enn 11 mánaðir vóru gingnir.
Tað ganga vanliga nógvir dagar, áðrenn fiskar, ið koma á Sjósavnið, fáast at eta.